Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kósavirkið lokomotivið í føroyskari fiskivinnu

John William Joensen

Marknaðarkreftirnar innan keyp av fiski eru mestsum burtur í Føroyum. Eitt stórt flakavirkið í Føroyum ella fleiri smærri flakavirkir kunnu aftur fáa gongd á kapping um fiskakeyp. Hetta vil føra til 60 milliónir í meir lønarútgjaldingum.

Óli M. Lassen:

Kósavirkið er sera týðandi fyri at fáa marknaðarkreftirnar at virka aftur. Út frá hesum sjónarmiði hevur Kósin risastóran týdning fyri føroyska fiskivinnu og samfelagsbúskapin sum heild.

Um Kósin letur upp aftur og framleiðir upsa, tosk, hýsu, longu og brosmu so kann hetta ávirka fiskaprísin soleiðis at hann hækkar orsaka av øktari kapping um rávøruna. Um fiskaprísurin hækkar 63 oyru pr. kg og tað verða fiska áleið 80 túsund tons um árið, so svarar tað til, at sølan hjá skipunum økist við góðum 50 milliónum kr. og hýran til sjómenninar hækkar við 25 mió. Kr.

Lønargjaldingar á Kósini verða áleið 30 milliónir kr, um virkið kemur at hava sama virksemið sum undanfarnu árini. Tað vil siga at um Kósin opnar aftur og fiskaprísurin orsaka av hesum hækkar 60 oyru pr. kg, so økjast lønarútgjaldingarnar hjá feskfiskaskipunum við 25 mió. Kr. og við 30 mió kr. í lønargjaldingum á flakavirkjunum verður hetta til 55 mió. Kr í meir lønargjaldingum í fiski- og flakavinnuni. Við avleiddum vinnum í Klaksvík er talan um meira enn 60 milliónir í meir lønarútgjaldingum.

So út frá einum samfelagsligum sjónarmiði er Kósin lokomotivið ið kann fáa gongd aftur á veruliga kapping um rávøruna. Og fyri Klaksvíkina er tað sjálvsagt at hetta hevur sera stóran týdning.

Harleywoodpaint