Á býráðsfundi 23. juni 2009 samtykti Klaksvíkar býráð, at søkjast skal um stuðul til at byggja nýtt røktarheim í Klaksvík.
Sum forkvinna í Sosialu Nevnd eri eg sera takksom og glað fyri, at Klaksvíkar býráð samtykti, at kommunan nú fer at søkja um landskassastuðul til at byggja nýtt ellis- og røktarheim í býnum, og skal hendan umsóknin vera inni áðrenn 1. juli í ár.
Ætlanin er, at røktarheimið skal kunna hýsa 48 búfólkum. Grundin til at vit valdu at byggja so stórt, er tann ovhonds stóri tørvurin á røktarheimsplássum, har serliga tann akutti tørvurin er stórur. Hesin tørvurin minkar ikki komandi næstu árini.
Skapar nógv virksemi
Henda verkætlanin kemur at skapa nógv arbeiði í kommununi beinanvegin, so skjótt sum byggingin byrjar. Er tað nakað, sum vit í Klaksvík mangla og vilja hava meira av, er tað arbeiði, so at vit aftur fara at síggja meira lív í býnum, sum aftur ger sítt til, at vit fáa meira dynamikk í.
Um ætlanin verður gjøgnumførd at byggja røktarheim til 48 búfólk, so fer tað at geva arbeiði upp til 72 starvsfólk í røktarheiminum. Her er talan um fastar og støðugar inntøkur, sum svarar til umleið 3 mill kr. í kommunuskatti árliga.
Eg fegnist eisini um, at gongst sum ætlað, so kemur nýggja ellis og røktarheimið at liggja væl fyri í fjølbygdum øki í býnum við góðum útsýni hjá búfólkunum. Eftir ætlan kemur nýggja røktarheimið at liggja vestaru megin vágna sunnan fyri Heimaru Kai. Atkomumøguleikarnir skulu vera av teim bestu.
Eydnast hendan verkætlanin, verður hetta ein succés fyri býin.
Hava raðfest eldraøkið
Hendan samgongan valdi, at eldraøkið skuldi hava høga raðfesting, og skal henda verkætlanin síggjast í ljósinum av hesum.
Býráðið samtykti í gjárkvøldið (23.06.2009) við 11 atkvøðum fyri og ongari ímóti uppskotinum um at søkja landskassastuðul til at byggja nýtt ellis- og røktarheim. Eg gleðist stórliga um, at alt býráðið atkvøddi fyri hesum uppskotinum, og er hetta ein styrki fyri hesa verkætlan.
Hendan verkætlanin skal eisini síggjast í ljósinum av, at allir búskaparfrøðingar eru samdir um, at tað er júst í ringum tíðum, at tað almenna skal gera íløgur.
Í hesum samanhangi havi eg hug at sitera tað, sum toppchefurin hjá A.P. Møller Mærsk, Niels Smedegaard, nú ein dagin millum annað segði við eitt tíðarrit: ”Vi er ved bunden af den internationale krise. Vi skal ikke spare os ud af krisen, men vi skal trimmes, så vi er klar til at udnytte de muligheder, der opstår når krisen letter. I den forbindelse er indtjeningen helt afgørende”.
Býráðið hevur brúkt hesa seinastu tíðina til at tillaga útreiðslurnar til fíggjarligu umstøðurnar, men samstundis er umráðandi, at vit eisini taka teir møguleikar, sum vísa seg, og tað er júst hetta, sum henda verkætlan er ein partur av.
Her er ein gyltur møguleiki at skapa økt virksemi og fleiri støðugur inntøkur, bæði til borgarar og kommunukassan. Somuleiðis er hetta við til at skapa trivnað her í økinum.
Klaksvík tann 24. juni 2009
Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen
forkvinna í Sosialu Nevnd




