Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskiárið hevur roynst væl hjá partrolarunum

John William Joensen

Fyrstu 9 mánaðarnir av fiskiárinum hava roynst hampiliga væl hjá partrolarnum. Nøgd pr. fiskidag er vaksin 12,4 % og virðið pr. dg. er vaksið 16,4 %.

 
Sambært hagtølum pr.1 juni 2009 hava partrolarnir B2 fiskað 45744 tons. Hetta eru 72% av samlaðu veiðini fiskiárið 07/08. Pr 1. juni hava partrolarnir brúkt 65% av fiskidøgunum í mun til fiskiárið 07/08.
Veiða pr. dag 07/08 var 13.936 kg og pr. 1.juni 2009 er veiðan 15.660 kg dag, sum er ein vøkstur uppá 12,4%.
 
Umroknað til krónuvirði fiskaðu trolarnir í fjør 68.326 kr. dag. Og pr. 1.juni 2009 hava teir fiskað 79.521 kr. dag sum er ein øking uppá 16,4 %.
 
Meðalprísurin pr. kg. er hækkaður frá 4,90 kr til 5,07 kr. ein vøkstur 3,5%.
 
Serliga upsaveiðan hevur hepnast væl. Veiðan pr. fiskidag fiskiárið 07/08 var 8.965 kg/dag. Meðan veiðan pr. 1. juni 2009 var 11.336 kg. pr. dag sum er ein vøkstur uppá 26,4%
 
Virðið pr. upsadag vaks frá 44.973 kr. pr. dag til 61.394 kr. pr. dag og er hetta ein vøkstur uppá 36,5%. Meðalprísurin á upsa er eisini vaksin frá 5,01 kr til 5,42 kr (+ 8,2%)