Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins sólarbót

(Erik Biskopstø)

Spennandi norðurlendsk sjónleikastevna er í Klaksvík hesa vikuna við sýningum í Badmintonhøllini

Eftir fleiri døgum við sól og heitum vindum bjóðar Klaksvíkar Sjónleikarafelag, MáF og Klaksvíkar Kommuna øllum ferðandi føroyingum og heimavitjandi útlendingum vælkomin undir eitt og sama tak í Klaksvík.

Nýtið høvið at trína innar í høll hesa vikuna og upplivið ikki minni enn 10 áhugaverdar barnasjónleikir í badmintonhøllini. (Meir um tíð og dag kemur seinri!)

Klaksvíkin er í døgunum 29.juni til 5.juli vertur hjá 122 børnum í aldrinum 9 – 14 ár og 40 leiðarum, leikstjórum og hjálparfólki úr Føroyum, Danmark, Ísland, Noreg, Svøríki og Litavia.

Harleyfacadeacryl