25. juni fingu 22 HT-næmingar á Tekniska Skúla í Klaksvík prógv úti í Grøv.
Hósdagin í síðstu viku fingu HT-næmingarnir prógv úti í Grøv. Veðri var av tí besta og sannur hátíðardámur var hendan fyrrapartin. Limir úr Klaksvíkar Hornorkestur spældi nøkur yndislig løg. Ì ár var Ragnhild Ellingsgaard, HT-næmingur frá 2000, gestarøðari og Ann Kristina Svabo Samuelsen helt røðu vegna næmingarnar.
Frá skúlanum fekk flokkurin rós fyri framúr góð próvtøl. Nakrar av skrivligu lærugreinunum verða dømdar av donskum próvdómarum. Hesir hava í ár bitið merki í, at føroysku HT-næmingarnir liggja í miðal væl omanfyri donsku HTX-næmingarnar.
Eftir hátíðarhaldið var kaffi og meiri undirhald í nýggja HT-bygninginum.
Aftara rað frá vinstru: Bergar Simonsen, Viðareiði, Hávarður Olsen, Gøtugjógv, Sonni Drangá, Skopun, Dánial Hugo Poulsen, Hvannasund, Ragnar Samuelsen, Hoyvík, Petur Larsen, Vestmanna, Teinar Mohr Hentze, Hoyvík, Otto Eivind Neshamar, Klaksvík, Teitur Strøm, Trongisvágur, Eirikur Jákupsson, Hoyvík og Hergar Torbjarnarson Hansen, Klaksvík.
Fremra rað frá vinstru: Leivur Nattestad Lydersen, Miðvágur, Tummas Tróndheim, Leirvík, Randi K. Joensen, Hvannasund, Jacoba Nattestad, Miðvágur, Rúna Joensen, Klaksvík, Natalia Reinhardt, Klaksvík, Ann Kristina Svabo Samuelsen, Klaksvík, Lív í Soylu, Sandavágur, Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, Haraldssund og Høgni Reinert Hansen, Sandur.




