Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Ravnsfjall seksti

Oliver Joensen

Ídag fyllir Jógvan Ravnsfjall, leiðari á Norðoya Fornminnasavni 60 ár. Dagurin verður hildin á Skáltavegi 31 uttandurða, Frá kl. 19.00.

Hóast Jógvan, sum kunnugt ikki er innføddur norðoyingur, so er lítið at ivast í, at hann er ein av teim stinnastu innan lokalsøguna í Norðoyggjum, og harafturat hevur hann ótroyttiliga sett seg inn í, og rætt eina hjálpandi hond, tá eitthvørt um Norðoyggjar skuldi festast á blað.
Vit á Norðlýsinum hava mangan vent okkum til hansara, tá eitthvørt søguligt hevur verið á skránni og neyðugt hevur verið við fólki við servitan.
Ikki minst var tað mær sera ríkt, at uppliva samstarv við Jógvan Ravnsfjall, tá vit báðir hjálptu Otto Joensen við Søgusmettuni, tá kom ótrúliga vitan Jógvans mangan til sjóndar, vitan sum ein ikki skuldi trú ein ikki innføddur og ein, ið helst sjálvdan hevði verið á floti sunnanfyri, sat inni við.
Jógvan sigur, at dagurin verður hildin heima leygardagin uttandurða, so er veðrið illfýsið, so er at lata seg væl í.