Klaksvíksbólkurin, sum spældi fyrstu uttandura konsertina á Summar Festivalinum nakrantíð, verður nú aftur at hoyra á festivalinum í Klaksvík
Fyrsti tónleikabólkurin, sum spældi á stóra pallinum á Summar Festivalinum, var Credo. Ein leygardag seinnapart fyri fimm árum síðani fóru teir ungu tónleikararnir á pallin á Vágsbøi og spældu fyrstu uttandura konsertina har.
Nú verður Credo aftur at hoyra á Summar Festivalinum, og nógv er hent síðani góðveðursdagin í 2004.
Credo telist í dag millum bestu føroysku gospelrockbólkarnar.
Teir spæla framrættaðan rocktónleik og leggja dent á at hava góð løg og viðkomandi tekstir.
Fýra tónleikarar manna Credo, og teir hava allir verið við í bólkinum, síðani fyrstu fetini vóru tikin í 2003, tá ið bólkurin var við til Gospelprixið. Síðani hevur Credo spælt til nógv ymisk tiltøk, og teir hava eitt nú havt frálíkar framførslur á Fjarðafestivalinum.
Nú verða teir so aftur at hoyra á festivalinum, har teirra stóru framførslur byrjaðu fyri fimm árum síðani.
Manningin í Credo er: Hans Andrias Olsen, Alvin Ellebye Andersen, Leivur Vitalis og Rógvi Sivertsen.




