Frá 1999 til og við 2002 meðan Jørgin Niclasen var landsstýrismaður í Fiskivinumálum vóru brúktar 31,6 mill. kr. sum eingin játtan var til.
Fíggjarmálaráði hevur gjørt eitt yvirlit yvir óheimilaðari meirnýtslu hjá skiftandi landsstýrisfólkum aftur til 1997 og tølini eru sera ógvuslig.
Brúktar eru ikki minni enn 1,4 milliard. kr. uttan nakran heimild síðan 1997 og alir landsstýrismenn í hesum tíðarskeiðinum hava brúkt ov nógv.




