Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Anna Háberg á Summar Festival

(Erik Biskopstø)

Gospelsongkvinnan við sterku og kensluríku røddini fer at syngja á Summar Festivalinum í august. Hon fer millum annað at syngja sangir av fyrstu soloútgávuni hjá sær

Anna Háberg hevur sungið á fleiri ymiskum gospelútgávum – eitt nú Bros og hjá MC Restorff – men í fjør gav hon umsíðir út sína egnu fløgu.

– Eg havi faktiskt arbeitt við hesari fløguni alt lívið, havi droymt um tað, síðani eg var fimm ára gomul, segði Anna Háberg í sambandi við ta útgávuna.

Anna Háberg var í fjør eisini tilnevnd til virðisløn á Planet Awards, og tá var sagt, at Anna hevði við útgávuni víst, at hon telist millum bestu songrøddir í landinum.
– Anna Háberg megnar í ein nærum óhoyrdan mun í føroyskum høpi, at lata kenslurnar leka út gjøgnum røddina. Hetta er so inniligt sum tað blívur, var sagt í grundgevingini fyri hennara tilnevning.

Og nú tekur Anna Háberg enn eitt tónleikaligt stig. Hon verður við á størsta festivalinum í landinum, á Summar Festivalinum, sum verður fyrst í augsut mánaði. Tá fer hon at spæla saman við bólki.