Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Afturundirgerðin

John William Joensen

Jógvan Gerðalíð svarar kjakara sum skrivar m.a. at brøðrasamkoman hevur frá byrjan prædikað um at tað mesta av frítíðarvirkseminum í Klaksvík er syndafult.

Jógvan Gerðalíð skrivar:

Sá ein dagin eitt petti í “kjak” í Norðlýsinum, Jógvan við Keldu hevði skrivað grein. Hann, ið kjakast við Jógvan, nevnir seg: Ein ið frøðist.
Hann sigur millum annað: 

“Tí hvat hava brøðrafólk, sum felagsskapur/bólkur, lagt í av kreftum til tey nevndu frítíðarfeløg. Tit hava frá byrjan prædikað um at tað mesta av frítíðarvirkseminum í Klaksvík er syndafult. Skapar sundurlyndi, tað veri seg kortspæl, dans, ítróttur osfr.
Citat endað

Nú eri eg ein av teimum, sum millum manna verða kallaðir brøðurnir.
Eg kann vátta, at um ikki alt er sum hann sigur, so er nógv púra rætt og satt. 

Eg eri ein, ið havi verið við til at ávara ungdómin, um ikki at fara í onkrar av hesum felagsskapum ella frítíðarvirksemum, sum hann sigur.

Hann spyr: Er tað hin innari …….hjá brøðrafólkunum, sum er við at…..?

Nú veit eg ikki rættiliga hvat hetta merkir, hin innari, men eg bara giti, at hann spyr, um broyting er við at taka seg upp í brøðrasamkomuni? Nei, eg veit ikki hvat hann sipar til..

Tað má eg vátta. Okkurt er broytt til tað betra, annað til tað verra, kanska.
Hann nevnir nøkur dømi

Fyrst kortspælið.
Sum smádrongur varð spælt kort í heimi okkara. Nú nevndi hann ikki brennivínið, sum eisini hoyrir (ella hoyrdi) til hetta frítíðarvirksemið, saman við kortunum, og mundi hetta nokk ikki bert vera heima hjá okkum, men víðan um, har fløskan hoyrdi til borðhaldið. 

Hetta hendi ikki so ofta, okkurt sunnukvøld so av og á um veturin. 

Tað byrjaði altíð sámuliga, men sum fráleið, nei, eg sigi ikki meira um tað. 

Teir kundu blíva nakað harðmæltir at enda. 

Eisini havi eg hoyrt aðrastaðni frá at ofta var spælt um pengar og mangur teigur mundi vera pantsettur fyri hesa skuld runt um í landinum. 

Tað var kanska meira fyri mína tíð, at hetta fór fram.

Vóru tað kortini, sum høvdu skuldina? Teir kundu tikið kortini upp og helt fløskuna undir lækjuna. So hevði mamma mangan verið fegnari, meðan hon tolin borðreiddi fyri teimum. 

Á, sum hetta píndi og særdi barnasálina. Sárini eru kanska grødd, men arrini verða standandi. 

Jú, eg havi verið við til at ávara tann felagsskap og frítíðar virksemi, sum hetta slag av kortspæli, dansi og fótbólti førdi við sær.

Eitt sunnukvøld, (eg mundi vera eini 12-13 ár), pápi var farin ein túr, steðgaði hann á, tað var útimøti við gamla kirkjugarð. 

Hann vendi niðanaftur. Mamma og hann fóru á loftið. Eg varnaðist at okkurt óvanligt var á vási. Morgunin eftir fortaldi hann, at hann var komin til trúgv á Harran Jesus. 

Fløskan og kortini sóust ikki aftur, tað eg veit..

So til dansin, sum hann nevnir.
Í Varðanum Nr. 5, s. 66, ár 1925 Er henda yvirskrift (Eg var 9 ár tá, viðbrekin og kensluborin). 

Har skrivar Jóhann Kalsoy í Varðanum og endurgevur nakað, Sverri Paturson hevur skrivað í bók síni “ Nøkur orð um hin føroyska dansin”, Útkomin 1908.

HIN FØROYSKI DANSURIN
Á GRAVARBAKKA – STENDUR HONUM TIL BATA ? 

Hetta spyr Jóhann Kallsoy. 

Les hetta, so kann tað vera, at orsøk er til at ávara. 

Jú, eg haldi tað var synd, sum “ein ið frøðist” sigur, bæði fyri ungdómin, kortini, dansin, dansispølini og ítróttin.
 
Jú, eg havi verið við til at ávara. Tó havi eg aldri, tað eg minnist, hoyrt nakran í samkomuni her í Betesda nevnt nakað, um at tað er synd at spæla kort, dansa ella íðka ítrótt, ella annað frítíðar virksemi.

Jóhann skrivar: (Eg pilki bert nakað burtur úr, tí hetta er long grein úr varðanum JG). 

Beinleiðis citerað:

“Tá var hin føroyski dansurin ein føgur skemtan.
Men umsíðir broyttist tíðin. Yrki og livimáti fólksins broyttist. 

Meðan vinnuvegirnir áður hildu fólkið heima, hvønn í síni heimbygd og býli, gingu arbeiðsvegirnir aðrar leiðir. 

Fólkið spjaddist í ymsar ættir. Ein spjaðandi andi kom at vera merki tíðarinnar.
Tá var tað, ið tikið var til at byggja dansistovur í einari bygd fyri og aðrari eftir, og tað er ikki ov mikið sagt, at við teim nýggju dansistovunum kom hin føroyski dansurin í útlegd. 

So leingi dansurin var knýttur at heiminum, var tað hitt eldra fólkið, ið helt honum strangt innanfyri tað siðiliga og sámuliga mark, ið altíð tørvar, um ein góður gamansleikur ikki skal gerast óflýggjaligur, tí sjálvt í tí lívsfrískasta ungdómi bylgjast altíð kreftur, ið treingja til temjingar. 

Tá dansurin var skildur frá heiminum, var hann eisini kvittaður frá tí eldra fólkinum, og nú fingu ungdómsins ótamdu kreftur frítt rásarúm, hvat ið hevur virkað almikið til, at hann nú er komin í slíkt óskil.

Alt í alt hava upploysandi krefturnar verið mangar til at spjaða og avlaga okkara gamla fólkastuttleika. 

Hvar er tann ferðamaður, ið ferðast hevur gjøgnum bygdirnar, sum ikki hevur bitið merki í eitt hús, sum gjarna stendur fyri seg sjálvt, nærum í hvørjari bygd hittir hann tað, og nærum meinlík eru tey øll somul, og eyðkenni teirra : órøkjuskapur. Húsið er dansistovan, høllin er tann ið kom dansinum, okkara góða, gamla uppalandi fólkagleimi, til fals.” 

Citat endað.

Jú, eg skal játta, eg havi verið við til at ávara. 

Okkara dansistova var kanska ikki so illa fyri, men ofta sá út til, at hon ongan góðan átti, og tað var spell.

Skeri eg alt og øll yvir ein kamb? Nei tað geri eg ikki. Heldur ikki nakran einstakan peiki eg á, men samanumtikið var hetta, í míni fatan, vert at ávara hin trúgvandi játtandi ungdóm, um ikki at søkja henda felagsskapin, líkan tí J. Kallsoy og S. Paturson greiða frá um dansin..

So til ítróttin! 

Eg nevni bert fótbóltsdystirnar. 

Teir endaðu øll tey fyrru árini á mínum ungdómsdøgum, við veitslu, ið ikki sømdi seg, og kundu komið veikum til fals. 

Eg sigi ikki meira um tað. 

So jú, eg havi verið við til at ávara.

Hvør er hesin farisearin, spyr onkur kanska. Hevur hann onga orsøk sjálvur at verða ávaraður ? 

Jú, tað kundi ljóðað so, men so er ikki. Vóni eg toli at verða ámintur og villigur til at lurta. 

Tað er ikki altíð bara sum at siga tað, tað liggur nokk ikki til okkum.

Nú nevndi skrivarin bert “brøðurnar”.
 
Eg kenni aðrar samkomur her í býnum ið hava somu áskoðan. 

Og eg ivist onga løtu í, at heldur ikki fólkakirkjan, sum nýtir dansin í síni frítíð, tekur undir við tí atferð, ið fylgdi kortspælinum, dansinum og fótbóltskappingum, í tí líki vit her hava sagt frá.. 

Øll míni ungdómsár, og langt eftir tað, var kortspæl, dansur og fótbóltur, í mongum føri, ikki landi okkara til sóma. 

“Skálin” líkist í hvussu er ikki gomlu danistovuni. Har rokni eg ikki við at “ungdómsins ótamdu kreftir hava frítt rásarúm”, sum Kallsoy tekur til. 

Jógvan Gerðalíð