Leygardagin 18.juli kl. 16:00 letur framýning upp við málningum av Helgja Midjord á Gallarí Ribarhús, Fuglafirði.
Helgi Midjord er fjølmentaður – dugur sera væl at syngja og spæla gittar. Hann dugir ein hóp av føroyskum sangum og vísum og somuleiðis svenskum vísum. Hann hevur eina rytmukenslu, sum flyrrar um strá, dropasang um tráð og neystaloft.
Helgi er ein úrmælingur í træskurði. Hann hevur prýtt Mentanarhúsið innan við sínum alski til træið. Hetta er til skjals á resteratíónini í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Seinasta bragdið hjá Helgja, er Kærleikans móðir, sum liggur og ringir seg í Gamla svimjihylinum í Fuglafirði, sum sá dagsins ljós, tá ið installatiónin varð handað bygdini, Fuglafjørð, á Varmakeldu í ár. Kærleikans móðir er stoypt í sementi, og er ein partur av verkunum, sum eru stoypt til hetta høvið.
Helgi hevur í Svøríki gjørt og arbeitt við senugrafi fyri keynda Disney Channal.
Myndir hansara eru til skjals um Norðanlond og í Týsklandi.
Helgi og Niels Midjord fara at syngja og spæla, tá ið framsýningin letur upp.




