Eg fegnist stórliga um at sjómannfrádrátturin varð varðveittur og at vit megnað at fremja rationaliseringar. Sum heild er talan um eina avtaluð sum fer at seta gongd á aftur og tað kunnu vit fegnast um, sigur Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólki Fólkaflokksins
Jákup Mikkelsen sigur at avtalan millum teir tríggjar samgonguflokkarnar er positiv eftir umstøðunum.
– Eitt sum er kenni sera hugstoytt er at tey fólkini sum manna leiðslurnar í almennu fagfeløgunum ikki vildu taka eitt tak saman við okkum, hóast allir aðrir partar av samfelagnum verða umfataðir av politisku inntrivunum.
– Eg fegnist serliga um at vit gerða íløgur fyri 100 milliónir kr. meira í 2010 enn í 2009. Eisini hevur samgongan avtalað at raksturin hjá tí almenna verður lækkaður við 75 milliónum krónum.
– Royndir vóru gjørdar at avtaka sjómannskattin men sjómennirnir gingu fríðir tá av tornaði og tað eri eg sera væl nøgdur við.
– Ólavsøkuuppskotið er eitt úrsliti av sera drúgvum tingingum millum tríggjar flokkar og tað vil altíð verða viðurskiftið sum man ikki er nøgdur við.




