Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Niðurskurðurin kemur illa við hjá okkum

John William Joensen

sigur aðalskrivarin í FSF, Ísak Mikladal sum staðfestur at landsstýrið ætlar at taka stuðulin til føroyskan fótbólt burtur

– Tann stuðulin sum føroyskur fótbóltur hevur fingið beinleiðis á fíggjarlógini er fyrst og fremst farin til Kvinnufótbóltin, útbúgvingar og ungómslandsliðini.

– Nú landsstýrið ætlar at taka stuðulin burtur verða vit noyddur at fyrihalda okkum til støðuna og seta neyðug tiltøk í verk.

– Tað er púra rætt at FSF hevur aðrar inntøkur men vit hava í longri tíð arbeitt við eini ætlan um at gerða stórar íløgur í viðurskiftini kring føroyskan fótbólt og serliga eina íløguætlan sum skuldi hjálpa feløgunum kring landið.

– Men nú mugu vit taka hesar ætlanir upp til nýggja viðgerð, sigur Ísak Mikladal í stuttari viðmerking og hann má bara staðfesta at út frá hasum so hevur tað almenna  tikið seg burtur úr at stuðla fótbóltinum.