Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frælsur Ítróttur: FM í frælsum ítrótti á Tórsbreyt leygardagin

John William Joensen

Leygardagin 1.august skipar FÍF fyri FM í frælsum ítrótti fyri vaksin á Tórsbreyt í Havn

Skráin fyri leygardagin verður hendan:

■14.00 100 m kvinnur, innleiðandi
■14.10 100 m menn, innleiðandi
■14.15 Hamarkast kvinnur & menn, finala
■14.20 800 m kvinnur, innleiðandi
■14.30 800 m menn, innleiðandi
■14.40 400 m kvinnur, innleiðandi
■14.50 400 m menn, innleiðandi
■15.00 5.000 menn, finala
■15.00 Longdarlop kvinnur, finala
■15.25 100 m menn, finala
■15.35 100 m kvinnur, finala
■15.40 5000 m kvinnur, finala
■15.40 Longdarlop menn, finala
■15.45 Diskoskast menn & kvinnur, finala
■16.10 800 m menn, finala
■16.20 800 m kvinnur, finala
■16.30 400 m menn, finala
■16.40 400 m kvinnur, finala 

Sunnudagin 2. august verður skráin hendan:

■kl. 14.00 Spjótkast, kvinnur og menn
■kl. 15.00 Kúlustoyt, kvinnur og menn 

Luttøkutreytir og kostnaður
Luttakarar til FM skulu vera føddir í 1993 ella fyrr og skulu vera limir í einum av feløgunum undir FÍF. Kappingarnevndin hjá FÍF kann í ávísum førum gera undantøk frá hesi reglu. Kostnaðurin fyri luttøku er kr. 50, óansæð hvussu nógvum greinum luttikið verður í. 

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til gutti@olivant.fo. Evstamark fyri tilmelding er hóskvøldið kl. 22.00. Eingin tilmelding verður eftir hetta!

100 m og 400 m
Verða 6 ella færri luttakarar tilmeldaðir, verða beinleiðis finalur, ávikavíst kl. 15.25 og 15.35. og 16.30 og 16.40. Eru millum 7 og 12 luttakarar, verða tveir riðlar, har vinnararnir báðir umframt 4 tær bestu tíðirnar sleppa við í finaluna. Verða tað millum 12 og 18 luttakarar, verða tríggir riðlar, har vinnararnir umframt tríggjar tær bestu tíðirnar sleppa við í finaluna.

800 m
Eru 8 ella færri tilmeldað, verða beinleiðis finalur tá innleiðandi umfarið átti at verið. Eru 9-16 tilmeldað, verða tveir riðlar, har vinnararnir og síðani 4 tær bestu tíðirnar koma í finaluna. Verða fleiri enn 17 tilmeldað, verða tríggir riðlar, har vinnararnir umframt tríggjar tær bestu tíðirnar koma víðari í finaluna.

Longdarlop
Allir luttakararnir fáa trý lop. Síðani sleppa 8 teir bestu víðari til sjálva finaluna, har teir fáa trý lop afturat.

Hamara-, diskos-, spjótkast og kúlustoyt
Kvinnur og menn kappast samstundis. Allir luttakarar sleppa at kasta tríggjar ferðir innleiðandi. Síðani sleppa 8 tey bestu víðari í finaluna, har tey kasta tríggjar ferðir afturat.

Kappingarbúni
Til hesa FM-kappingina skulu øll íðkandi kappast í kappingarbúnanum hjá sínum felagi, ella sum minsta krav í litum felagsins.

Heiðursmerki
FM-heiðursmerki verða latin til nr. 1-3 í hvørjari kappingargrein. 

Meira kann lesast á www.renn.fo