Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hósdagin møtast arvafíggindarnir KÍ og HB: Í hjørtum okkara býr SAMANHALD – KÍ

John William Joensen

Allar Føroyar hava í seinastuni verið vitni til eitt framúr samanhald millum KÍ-arar, sum fylkjast um teirra heimstaðarfelag – men verður tað nóg mikið til at bjarga besta liðnum?!

Uttan mun til úrslitini eftir summarsteðgin er tað sjón fyri søgn, at KÍ eigur ein hóp av spælarum, eldri sum yngri, sum í ár hava víst eitt samanhald, sum einki annað føroyskt felag eigur.

Sunnudagin var Vodafone-liðið hjá KÍ úti fyri einum stórtapi, sum er tað størsta í 105 ára gomlu søgu felagsins.

Allir blá-hvítir áskoðarar, sum vóru til hendan dystin við Margáir, komu skelkaði heimaftur. Eftir góðu gongdina áðrenn steðgin og sigurin á 07 Vestur, vóru vónirnar til eitt hampuligt úrslit, men gakk….

At tað sveið og svíður hjá teimum bláu og hvítu, sæst á øllum teimum frustreraðu viðmerkingunum, eitt nú á heimasíðuni hjá Bláu Bylgjuni og annars millum manna.

Hósdagin verður tað sum at fara úr øskuni í eldin, tí tá kemur eingin annar enn sjálvur arvafíggindin norður á vitjan við Djúpumýru á Injector Arena.

HB, sum allir KÍarar elska at hata (á og uttan um vøllin, sjálvandi, ikki persónliga, sjálvsagt 😉

Á sínari facebook-síðu skrivar Todi Jónsson, sum vónandi verður skaðafríur til hendan dystin, at hann elskar at spæla ímóti HB.

Soleiðis skal ta vera, og soleiðis man tað eisini vera, at allir KÍarar elska at spæla ímóti HB.

Neyvan verður tað so trupult at seta menn upp til hendan sera torføra dystin ímóti oddaliðnum.

Tað keðiliga er – framvegis sæð við KÍ-eygum – at um HB vinnur hendan dystin, so verður KÍ framvegis næstniðast, og tá verða tveir triðingar av landskappingini leiktir.
Tað nærkast sjálvum endaspurtinum, og KÍ skal til at fáa onkran aftur, tí sum nú er, liggur liðið til niðurflyting.

Tað ber væl til – sjálvandi – og neyvan eru dystirnir ímóti EB/Streymi og HB teir lættastu, men hví ikki byrja endaspurtin við einum sigri á sjálvum oddaliðnum?!?!!

Hvussu er og ikki, so er tað sjón fyri søgn, at einki annað felag í landinum hevur ein so loyalan hóp av leikarum, sum vilja stilla upp fyri felagið, nú tað brennur so álvarsamt á hjá flaggskipinum!

Spurningurin er nú, um tað fer at røkka ella støkka. Tilfarið er har, potentialið er har og evnini eru har eisini. Hinvegin hevur verandi lið ikki havt ta nógvu tíðina til at spæla seg saman, men kanska tað nú so smátt fer at síggjast á spælinum, at menn fara at finna hvønn annan betur.

KOYR Á KÍ !!!