Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John Johannesen, løgtingsmaður: Ólavsøkurøðan 2009

Oliver Joensen

Savningarmegin og menniskjaliga tilfeingið, var yvirskriftin hjá framsøgumanni javnaðarfloksins.

Ólavsøkurøðan 2009 – savningarmegin og menniskjaliga tilfeingið

Løgmaður, brúkti stóran part av síni fyrstu løgmansrøðu at vísa sína virðing fyri teimum, ið undan okkum fóru, og sum bygdu land, hóast korini mangan vóru tung, sorgin stór og tøkini tung. Hetta var bæði hóskiligt, virðiligt og júst nakað, ið eg hevði væntað frá Kaj Leo Johannesen, sum eg veit leggur stóran dent á virðingina fyri einstaka menniskjanum.

Staturin er eg, segði Ludvík tann 14. av Fraklandi. Men hann tók stórliga feil. Sjálvsagt er fólkið staturin og samfelagið. Hvør einasta sál er staturin og samfelagið. Hetta er umráðandi at gera sær greitt og umráðandi hjá okkum politikarum at hava við í huganum í sambandi við hvørja einstaka avgerð. Vit eru ikki staturin, hóast vit fingu stásiliga heiðurin at ganga í skrúgonguni á Ólavsøku afur í ár og nú at byrja eina nýggja tingsetu. Vit eru umboð hjá fólkinum at taka avgerð vegna fólkið. Onki meira enn tað.

Tí eigur politikkur at snúgva seg um menninskjavirðing, menninskjavirði og menniskjatilfeingi. Styrkin í einum samfelag er, um øll trívast og kunnu taka aktivt lut og kenna at tey taka aktivt lut. Tað eru ikki kaldar justeringar í einum rokniarki, ið styrkja og menna eitt samfelag. Tí er strøsta avbjóðingin at halda fast í at skapa eitt samfelag, har tann einstaki kennir seg væl í felagsskapinum, kennir seg taka lut og gera mun í felagsskapinum – kennir seg til nyttu og virdan í samfelagnum. Í hesum liggur tann sterksta trygdin fyri øktum kappingarføri, fyri einum sterkum búskapi og áhaldandi búskaparvøkstri. Tað er sanniliga ikki rokniarkið, men menniskjað, sum skapar framburð.

Savningarmegin
Á síðu 13 umrøður løgmaðuri tað politiska arbeiðið og vísir á, at í dagliga politiska arbeiðinum eru vit ósamd um, hvussu vit skulu skipa okkum í landinum.Og so staðfestir hann náttúrliga, at soleiðis er politikkur.

Men eg havi hug til at dvala eitt sindur við orðini, hann síðani leggur afturat. Hann sigur: "…allatíðina kenni eg á mær, at undir øllum, sum vit gera og eru, býr savningarmegin í samfelagnum"

Uttan at koma við nakrari niðurstøðu, havi eg hug at seta fram spurningin, um tað í dag veruliga er savningarmegin, ið er grundlegjjandi og býr undir øllum.

Gera vit politikarar okkara arbeiði til lítar? Brúka vit orkuna til í felag at finna fram til bestu loysnirnar fyri samfelagið og tann einstaka í felagsskapinum. Ella eru vit farin at brúka orkuna negativt? Er tað heldur spjaðingarmegin, ið hevur fingið fastatøkur á okkum? Eru vit farin at ganga á odda í at bróta niður, í at leita eftir tí negativa og at leggja fótonglar heldur enn at byggja upp? Hava vit kjak um, hvussu vit á bestan hátt kunnu brynja samfelagið til avbjóðingarnar ella brúka vit talutíðina og politiska virksemið annars til at lasta hvønn annan í staðin?

Og at enda. Kann hetta smitta út í samfelagið, so spjaðingarmegin gerst alt meira ráðandi, júst í hesum avbjóðandi tíðum, har tað er ógvuliga umráðandi, at júst savningarmegin er so sterk sum gjørligt?

Í øllum førum eiga vit at hugsa um hesi viðurskifti, nú vit seta hol á eina nýggja tingsetu…

Tað eru avbjóðandi tíðir í løtuni. Tí er tað skilligt, at tað ikki er so lætt at at koma við stórum armsveiggjum í hesi løgmansrøðuni. Men umráðandi er hjá løgmanni at halda fokus á tað, sum skal til her og nú, fyri at tryggja liviumstøðurnar hjá føroyska fólkinum. Røðan er sjálvsagt merkt av heimsumfevnandi fíggjarkreppuni, og tað verður hendan røðan og orðaskiftið næstu dagarnar sjálvsagt eisini. Men vit mugu kortini ikki gloyma at líta frameftir. Og júst til tað eru hugsjónarligt grundfesti og fakliga arbeiðið í Visjón 2015 góð amboð.

Løgmaður sigur, at "Týdningarmesti førleikin í einum hvørjum samfelag eru evnini at umstilla seg til nýgg viðurskifti og lofta nýggjum avbjóðingum". Hesum eri eg ógvuliga samdur við honum í. Men eg havi hug at leggja afturat, at hesi evni hevur eitt samfelag bert, um øll í samfelagnum kenna seg vera aktivan part av tí og kenna seg heima í felagsskapinum. Ella sagt einfaldari, hendan eginleikan hevur bert samfelagið fyri øll. Og tá eg nevni samfelagið fyri øll, meini eg ikki "forsyrgjarasamfelagið fyri øll", men eitt samfelag, har lívið hjá tí einstaka gevur meining og verður virt í tí samanhanginum, sum tann einstaki nú einaferð livir í.

Umráðandi er tí, líka mikið, hvussu stórt búskaparliga hóttafallið verður, at vit sláa manngarð um grundleggjandi vælferðartænasturnar í samfelagnum. Sjúkrahúsverk, skúla og allar almennar skipanir, ið eru til at lofta fólki og hjálpa til, at tey so ella so aftur kunnu fáa ein aktivan lut í samfelagnum.

Løgmaður sigur, at: "Styrkin í okkara vælferðarsamfelag er, at um fólk missa arbeiðið, so loftar samfelagið teimum. Samfelagið veitir ókeypis útbúgving og gevur fólki møguleika at ogna sær neyðugar førleikar at virka á arbeiðsmarknaðinum".

Tað er lutvíst rætt, sum løgmaður her sigur. Men eg havi kortini hug at spyrja, um hesar skipanir eru nóg góðar og um okkara vælferðarsamfelag er so mikið væl útbygt? Loftar vælferðarsamfelagið Føroyar nóg væl, og er tað veruliga nóg væl við til at hjálpa fólki at økja sær um førleikarnar, so fólk koma styrkt víðari?

Jú, tað er rætt, at løgtingið í vár samtykti eina týðandi broyting í lógini um ALS, sum ger stóran mun hjá teimum, ið koma út fyri vanlagnuni at gerast arbeiðsleys. Sum løgmaður eisini vísir á, hækkar arbeiðsloysistuðulin úr 70 prosentum upp í 80 prosent tað fyrsta arbeiðsloysisárið, meðan hann síðani fellur niður aftur á 75 frá tí næsta arbeiðsloysisárinum. Tað er eisini rætt og at fegnast um, at hetta merkir, at arbeiðsleys kunnu fáa útgoldið upp í 20 túsund krónur um mánaðin.

(((Við í skipanini er umsíðir eisini ein møguleiki fyri fiskimenn at koma upp í ALS, tá skip teirra verða løgd í meira enn 30 dagar í sambandi við umvælingar. Og at enda er tað eisini gott, at skipanin við førleikagevandi tiltøkum fyri arbeiðsleys er víðkað, so arbeiðsgevarar, sum taka fólk í arbeiðsvenjing, kunnu fáa kostnaðin av hesum endurrindaðan.)))

(((Tað er ongin loyna, at ALS er ein tann besta arbeiðsloysisskipanin um okkara leiðir.))) Men uppfylla hesir møguleikar einsamallir setning og lyti løgmans um, at: "Ongin skal vera noyddur at flyta av landinum vegna arbeiðsloysi."?

Eftir mínum tykki krevst orka eisini at verða nýtt uppá fleiri aðrar týdningarmiklar tættir, skal løgmaður geva sær vón um at halda hetta lyftið.

Sum fyrsta tátt havi eg hug at nevna tað neyðuga í, at vit seta fíggjarorku av, so at allir ungdómar, ið søkja inn á miðnám, sleppa inn. Hetta er alneyðugt fyri at byrgja upp fyri einum vaksandi ungdómsarbeiðsloysi. Fáa vit eitt ov vaksandi ungdómsarbeiðsloysi, kann hetta fáa ógvuliga óhepnar avleiðingar fyri samfelagið langt inn í framtíðina. Harumframt kann hetta hava við sær keðiligar sosialar og menniskjaligar avleiðingar. Tí er ógvuliga umráðandi og avgerandi, at samgongan og tingið stendur fast um áður gjørdu avtaluna, um at játta neyðuga peningin, so ungdómurin kann velja miðnám fram um arbeiðsloysi.

Umframt hetta, eiga vit sjálvsagt at verja um víðari útbúgvingarnar í Føroyum og eisini at skapa fortreytir fyri øktum útbúgvingartilboðum.

Helst eiga vit eisini at bjóða víðari fjarlestur við serligari skipan á Fróðskaparsetrinum og á Miðnámsdeplunum kring landið, so fólk hava enn størri møguleika at førleikamenna seg og styrkja sínar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum. Slíkt átak kostar nakað í samskipan og í lestrarstuðuli, men tað er uttan iva væl givin íløga fyri framtíðina hjá samfelagnum og tí einstaka.

Í øllum førum eiga vit at brúka fysisku umstøðurnar á nýggju miðnámsdepulunum til eisini at veita førleikagevandi skeiðir og útbúgvingar sum fjarlestur til vaksin fólk. Hetta eigur at vera eitt heilt náttúrligt átak eftir at vit gjøgnum fleiri ár hava nýtt orku uppá at bygt og umvælt góðar bygningar at hýsa miðnámsútbúgvingum. Vit eiga at gagnnýta hesar umstøður saman við nýggju kunningartøknini til at bjóða eitt breiðari útbúgvingartilboð eftir vanliga skúlatíð, tá skúlarnir standa tøkir og møguleikarnir tískil eru av teimum allar bestu.

Landafrøðiligt arbeiðsloysi
Tá vit hyggja at arbeiðsloysishagtølum og gongdini í fólkatalinum landafrøðiliga, síggja vit, at avleiðingarnar av fíggjarkreppuni merkjast best úti um landið og minni her í høvuðsstaðnum, har fjøldin av almennum arbeiðsplássum er størst. Tí er umráðandi, at vit umframt at brúka virskemisskapandi íløgpengarnir til skilagóðar umbyggingar av landssjúkrahúsi, psykiatriskum depli, skúladepli í Marknagili og øðrum her í høvuðsstaðnum, eisini seta okkum fyri at spjaða virksemisskapandi íløgurnar landafrøðiliga. Vit vita til dømis, at nógvir bústovnar og sambýli innan Serstovnaøkið eru í ógvuliga vánaligum standi og aðrir ótíðarhóskandi. Uttan iva ber til at byggja nýmótans og tíðarhóskandi stovnar sum eitt slag av depilstilboðum úti um landið. Tað hevði helst verið skilagott, um landsstýriskvinnan í almannamálum setti sær fyri at brúka rættiliga fitt av íløgupeniningi innan hetta økið. Tí við hesum høvdu vit fingið tvey fyri eitt – um man kann loyva sær at málbera seg so: Vit høvdu fingið dagført serstovnaøkið upp á eitt rímiligt støði og samstundis høvdu vit sett skilagóð virksemisskapandi tiltøk í verk, sum veruliga eru virkssemisskapandi. Vit vita jú, at tað er ein sannroynd, at tað ikki er serliga virksemisskapandi bara at bora tunlar…

Skulu vit hava protektionismu?
Í sambandi við virksemisskapandi íløgurnar havi eg hug at seta fram ein rættiliga týdningarmiklan spurning, ið eg sjálvur og tingbólkurin enn ikki hava nakað greitt svar ella endaliga niðurstøðu uppá. Hann er, um tað skal setast sum krav, at tað bert eru føroyskar fyritøkur og føroysk arbeiðsmegi, ið sleppa at standa fyri og útføra verkætlanirnar. Tað er rættiliga umráðandi, at vit fáa viðgjørt hendan spurningin sakliga frá øllum sjónarhornum.

(((Tí her tosa vit veruliga um protektionismu, har vit so ella so læsa okkara arbeiðsmarknað inni. Vit kunnu siga, at um vit veruliga ynskja at brúka íløgukrónurnar virksemisskapandi fyri føroyska arbeiðsmarknaðin og fyri at byrgja upp fyri arbeiðsloysi, so gevur tað meining at hava slíkt krav. Hinvegin kann hetta avmarka úrvalið av arbeiðstakarum og møguliga trýsta prísirnar uppeftir. Og tá talan er um ymiskar seruppgávur, er tað møguligt, at spurningur kann setast, hvørt vit í øllum lutum altíð hava júst neyðugu fakfólkini. Men sum sagt, so havi eg ikki nakað endaligt svar ella niðurstøðu uppá júst hendan spurningin. Men haldi, at vit eiga at brúka orku uppá at viðgera hann nágreiniliga.)))

Tó er ógvuliga umráðandi, at vit seta sum ófrávíkiligt krav, at í Føroyum skal arbeiðast eftir føroyskum sáttmálaviðurskiftum. Tað skal ongin ivi vera um, at um útlendskar fyritøkur sleppa inn at gera partar av verkætlanum, so skal og má forðast fyri lønardumping.

Fiskivinnan í tungum sjógvi
Fiskivinnan – ella partar av henni – eru í løtuni í tungum sjógvi. Toskaprísurin er lágur og ábendingar eru um, at oljuprísurin hækkar aftur. Tískil lúrir eitt ávíst arbeiðsloysi í fiskivinnuni.

Áhugin fyri at gera íløgur í fiskivinnuna er nógv minkaður. Ein orsøk sigst vera, at heimaflotin er ov stórur, og at fiskatilfeingið tí er ov smábýtt – ov lítið er til hvørt skipið. Tilmælið er tí, at flotin verður minkaður.

Seinastu árini hava fiskifrøðingar somuleiðis mett, at okkara heimafloti hevur verið ov stórur, og at veiðitrýstið á fiskastovnarnar tí hevur verið alt ov stórt.

Avleiðingin hevur verið, at fiskidagarnir hjá einstaku skipabólkunum hava verið skornir yvir ein kamb. Hetta uttan mun til, um einstaka skipið hevur brúkt sínar dagar ella ikki.

Um vit skulu minka heimaflotan, og harvið eisini lækka veiðutrýstið á okkara fiskastovnar, kundi ein møguleiki verið at álagt vinnuni eina brúksskyldu. Tað vil siga, at fyri at fáa fiskidagar, skal tú eisini brúka teir. Ella sagt hinvegin, um talan er um skip, sum als ikki ella bert í lítlan mun brúkar sínar fiskidagar, so verða hesi fiskiloyvi inndrigin, soleiðis at hesi skip fara úr flotanum.

Hetta hevði ikki einans minkað um flotan, soleiðis, at okkara heimafloti gjørdist fíggjarliga burðardyggur, men tað hevði eisini havt við sær, at tað í minni mun gerst neyðugt at skerja í fiskidøgunum hjá teimum skipum, sum veruliga stríðast fyri at skapa virði fyri samfelagið og sjálvsagt eisini løn til manningina.

Ein brúksskylda hevði somuleiðis havt við sær, at ein partur av "spekulatiónini", sum er farin fram í fiskivinnuni seinastu árini, hevði fallið burtur. Ein "spekulatión", ið einans tænir teimum, sum ikki vísa áhuga fyri at reka fiskivinnu, men í staðin selja sínar fiskidagar, sum tey fáa ókeypis frá landinum, beinleiðis víðari við vinningi fyri eygað. Ein vinningur, sum verður goldin av teimum, sum dagliga berjast á sjónum til gagns fyri samfelagið.

Í røðuni boðar løgmaður frá, at nú verður brúksskyldan umsíðir sett í verk.

(((( og harumframt eitt slag av tilfeingisgjaldi ella loyvisgjaldi, sum skal oyramerkjast í ein bygnaðargrunn, ið kann skunda undir at tillaga flotan. Hetta hevur ligið á láni í nógv ár, og er tí at fegnast um.))))

Løgmaður boðar frá, at broytingar í fiskivinnulóggávuni kunnu væntast á ólavsøku í 2010. Men síðani havi eg fingið at vita, at tað er ført í gerabók frá landsstýrisfundi fyri kortum, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur upplýst fyri landsstýrinum, at tað ber til at leggja partin um brúksskylduna fyri tingið í november í ár. Hetta vil Javnaðarflokkurin staðiliga heita á landsstýrismannin um at gera.

(((Veit væl, at eg nú fari at fáa viðmerkingar úr salinum, sum siga, at loyvi, sum ikki eru í nýtslu í dag, hvørki økja um flotan ella veiðustrýstið. Men eitt er tó heilt vist, at so skjótt fiskiskapurin tekur seg upp aftur, so vakna hesi loyvini aftur úr dvala. Hetta fer síðani at hava við sær, at flotin verður alt ov stórur og veiðutrýstið alt ov høgt. Og tá verður helst aftur neyðugt hjá politiska myndugleikanum at skerja fiskidagarnar hjá teimum, sum veruliga leggja orku í at stríðast á sjónum fyri at skapa virði og vøkstur í samfelagnum.)))

Verða fráboðaðu ætlanirnar á fiskivinnuøkinum gjøgnumførdar, eru vit komin eitt stórt fet nærri at uppfylla lógarásetingina í grein eitt í fiskivinnulóggávuni, nevniliga at fiskatilfeingið er ogn Føroya fólks. Also, at náttúruskapta tilfeingið sjálvsagt er partur av okkara felags ogn.

—-

Sterkur skúli
Ein týdningarmikil grundsúla undir einum tryggum og sterkum samfelag, har øll fáa møguleikan at luttaka, er ein góður og avbjóðandi fólkaskúli.

Í sambandi við drúgva kjakið, sum verið hevur fleiri ár, hvørt ábyrgdin av fólkaskúlanum skal flytast til komunnurnar ella ei, havi eg fleiri ferðir ført fram, at vit í fyrstu atløgu ikki skulu skunda okkum so nógv at flyta skúlan út, men heldur skipa landið í skúlaøkir, soleiðis at skúlaeindirnar verða størri. Tað er ikki hóskiligt til dagsins samfelag, at næmingar ganga í skúlum við einum lærara og kanska fimm skúlafeløgum. Hetta ger útboðið ov smalt og helst eisini sjálva skúlagongdina ov einstáttaða í mun til samfelagið, ið børnini seinni skulu út í. Sum tað eisini stendur í løgmansrøðuni, skal møguleiki vera fyri at veita eitt fjølbroytt tilboð til hvønn einstakan. Pláss skal vera fyri at fjøltátta undirvísingina, so ein og hvør fær eitt skúlatilboð, sum mennir tann einstaka.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, hevur nú í eina tíð arbeitt við at broyta skúlabygnaðin, og boðar nú frá, at farið verður í gongd við at gjøgnumføra broytingarnar.

(((Tað liggur helst ein ávísur ótti í ymisku lokalsamfeløgunum, um at missa gamla bygdaskúlan. Men eftir mínum tykki nýtist hesin ótti ikki at vera grundaður. Tí hóast skúlaeindirnar verða størri, so ber framvegis til at hava serligt virksemi í teimum ymisku skúlabygningunum, sum verður samskipað av sjálvari skúlaeindini. Til dømis ber til at hava smæstu flokkarnar í einum skúlabygnini, sum er egnaður til tað, og soleiðis frameftir.)))

Umframt at arbeiða við skúlabygnaðinum, so hevur landsstýriskvinnan gjørt av, at nú skúlaárið byrjar aftur, verður tvílæraraskipan sett í gildi í øllum 1. og 2. flokkum, har næmingatalið er 18 ella fleiri, og fleiri tímar verða givnir skúlunum til sernámsfrøðinia. Avgjørt skilagóðar avgerðir, sum løgtingið eigur at fegnast um og stuðla.

Trygt heilsuverk
Ein onnur týdningarmikil grundsúla undir vælferðarsamfelagnum eitt trygt og væl virkandi heilsuverk, sum effektivt er til reiðar við sínum serkunnleika og umsorgan, tá fólk gerast sjúk. Vísindin finnur alla tíðina nýggjar hættir fyri lekidómi og harvið gerast krøvini frá føroyingum heilt náttúrligt alsamt størri, um at fáa lut í teimum heilsubótarmøguleikum, ið finnast – eisini uttan fyri okkara egna sjúkrahúsverk.

Skulu vit kalla okkum eitt veruligt vælferðarsamfelag, so skal borgarin sjálvsagt hava møguleikan fyri heilsubót á sama støði, sum í grannalondum okkara. Summar viðgerðir eru so serligar, at ikki er grundarlag fyri at veita tær í Føroyum. Tá er sjálvsagt, at vit seta neyðugu fíggjarorkuna av, til at veita sjúklinginum hesi tilboð uttanlands.

Vit mugu gera okkum greitt, at tað kostar pening at reka eitt trygt og væl virkandi heilsuverk. Hendan pening mugu vit vera til reiðar at finna og veita.

Nýggi landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Aksel V. Johannesen, fær í summum førum eina trupla uppgávu at syrgja fyri, at hendan týdningarmikla grundsúlan undir vælferðarsamfelagnum framhaldandi verður nóg sterk. Men eg ivist onga løtu í, at hann við sínum góðu dygdum fer at megna tað til fulnar. Í hansara hondum er heilsuverkið í góðum hondum. Men vit her í tinginum mugu eisini taka okkara ábyrgd og veita fíggjarligu trygdina fyri, at okkara borgarar kunnu fáa eina so grundleggjandi tænastu, sum góða heilsubót.

(((Eitt ógvuliga gott konkret mál á heilsuøkinum, sum eg havi sóknast eftir leingi, er nevnt í ólavsøkurøðuni. Tað er, at nýggj almenn sjúkratrygging verður sett í verk. Skipanin skal avloysa gomlu sjúkrakassaskipanina og virkar soleiðis, at allir borgarar verða javnt settir við gjaldi og tænastum. Hetta merkir, at vit sleppa undan ymiskum sjúkrakassagjøldum, alt eftir hvar í landinum tú býrt og hvørjum sjúkrakassa, tú harvið er limur í. Eftir mínum tykki eigur málið at vera, at sjúkratryggingarskipanin við tíðini burtur av verður skattafíggjað.)))

Eg fegnist um, at landsstýrismaðurin boðar frá, at nýggj sjúkratrryggingar-skipanin verður sett í verk frá ársbyrjan. Hetta fegnist eg um og ynski landsstýrismanninum hepna hond við tí.

Mentan
Eitt, sum undrar meg við hesi ólavsøkurøðuni er, at onki er nevnt í henni um mentanarpolitikk, burtursæð frá einum broti um tónleik sum útflutningsvøru undir partinum um uttanríkispolitikk. Hetta hevur hevur eisini undrað landsstýriskvinnuna í mentamálum, tí í bløðunum eftir ólavsøku hevur hon kent seg noydda at greiða nærri frá mentanarpolitisku ætlanunum, sum hon hevur fráboðað løgmanni.

Tá eg hugsi um samfelagið fyri øll. Samfelagið sum rúmar øllum menniskjum og sær teirra dygdir, sum aktivar dygdir í felagsskapinum, so hevur ein aktivur mentanarpolitikkur stóran týdning. Mentan í breiðasta týdningi er sjálv snúningsásin, vit kunnu vera saman um og hava í felag. Mentan er samleiki og ger okkum til eitt fólk – eina tjóð.

Mentanin er høvuðsorsøkin til, at vit búgva her, og tann atdráttarmegi, ið skal draga tey heimaftur, sum búgva uttanlands – tey, sum búgva í útjaðaranum á føroysku mentanini. Uttan eina mentan, hvørvur eitt fólk…

Vit skulu skapa rúm, sum eru frístøð hjá okkum øllum, rúm sum eru gróðrarbotnurin fyri teimum tankum og hugskotum, meiningum og lívsáskoðanum, sum eru grundarlagið fyri hesum samfelag – fyri okkara mentan.

Tí er tað gott at síggja, at landsstýriskvinnan boðar frá, at hon ætlar sær at økja um stuðulin til mentanarligt arbeiðið. (Eisini er tað eitt gott hugskot, at landsstýrið ætlar at taka upp samstarv við mentanarlívið við tí endamáli í felag at orða eina virkisætlan, ið umframt at menna mentanarkarmarnar, vísir á, hvussu til ber at menna mentan til vinnu.)

Eg eri vísur í, at íløgur í mentanarligt arbeiðið koma fleirfaldar aftur – kanska meira í lívsgóðsku enn í krónum. Tí er tað hugaligt at vita, at vit eiga so nógvar eldsálir, sum arbeiða við list og mentan í Føroyum.

Málið
Ein týdningarmikil partur av mentanarliga arbeiðinum og samleikanum er, at vit skulu hjúkla um føroyska málið. Málið er sjálvur samleikin í fólkinum. Nú er eftirhondini rúm tíð frálíðin, síðani Málstevnunevndin kom við sínum tilmælum, hvussu vit skulu menna og varðveita føroyska málið.

Tað allar mest umráðandi á hesum øki er eftir mínum tykki, at útboðið av tilfari til børn á móðurmálinum er so fjølbroytt og dygdargott sum gjørligt. Tíverri er støðan ikki so góð á hesum øki. Bókmentirnar eru har, men so at siga allar filmsupplivingar hjá børnum eru á fremmandum máli. Og enntá er støðan so mikið ring, at hóast ein ørgrynna av tilfari er føroyskað, so er tað læst inni í bandasavni Kringvarpsins og ikki atgongiligt fyri almenningin. Til dømis kann eg nevna, at longu tá eg var stórur smádrongur, vórðu filmarnir um Pippi Smokkulegg føroyskaðir. Men børn nú á døgum hava bert valmøguleikan at síggja teir við svenskari, danskari, íslendskari ella norskari talu. Soleiðis er eisini við nógvum av nýggjaru filmunum. )Teir finnast á føroyskum, men eru innilæstir í bandasavninum. Hetta er ov galið. Í veruleikanum er tað mentanarpolitikkur eftir hæli.)

Tí vil eg mæla til, at Mentamálaráðið sum skjótast tekur stig til at fáa hetta tilfar tøkt fyri almenninginum. Um tað eru trupulleikar viðvíkjandi upphavsrættindum, sum eru forðingin fyri, at tilfarið gerst tøkt, so eigur orka at verða sett frá almennum stað at fáa rættindaspurningin upp á pláss. Hetta er eitt mál, sum má loysast og má bera til at loysa.

Og nú, vit tosa um virkssemisskapandi tiltøk, so er tað bæði virksemisskapandi og gott fyri mál og mentan, um vit skipa grunn ella gera lønaravtalu so ella so til fólk at umseta barnatilfar á filmi og í spølum. Eldsálir eru longu farnar í gongd við ymiskt á hesum øki, og eiga í minsta lagi at vera stuðlaðar í spurninginum um at samráða seg fram til rættindi at útgeva tilfarið í Føroyum. At umseta barnafilmar er nakað, ið kann gerast við eini teldu, líkamikið hvar, ið tú situr í landinum. Og tað kann gerast rímiliga skjótt. Tað er nakað síðani, at eg fekk at vita frá fakfólki, at tað tekur einum umsetara umleið eina viku at umseta ein tíma av fleirraddaðum filmi.

Altjóða samhaldsfesti
Síðani eg kom á ting havi eg víst á, at Føroyar, hóast fámentar, eiga at kenna seg bundnar at vísa altjóða samhaldsfesti við restina av heiminum og við komandi ættarlið. Menningarhjálpina hava vit støðugt ment síðani 2004, og tað fegnist eg um. Men tó er orsøk at vera meira ótolin, tá tað kemur til orku- og umhvørvispolikkin.

Eg vóni veruliga, at landsstýrið fyrireikar seg væl og fer at vísa ein aktivan vilja í verki innan hesi øki, serliga nú heimsumfatandi verðurlagsráðstevnan í Keypmannahavn er á gáttini.

Og tá tað er so populert at branda Føroyar í hesum døgum, hví so ikki vísa nakað ítøkiligt í verki og "branda" okkum uppá tað. Landsstýrismaðurin í orkumálum er eisini landsstýrismaður í samferðslumálum. Eg vildi mælt honum til at farið undir eina royndarverkætlan, har hann setti ein el- ella hydrogendrivnan buss at røkja flogrutna ímillum flogvøllin og Havnina. Hetta vísir útlendinum, at vit vilja nakað og er samstundis ein frálík royndarverkætlan fyri, hvussu slíkur flutningur kann virka í Føroyum.

Pakkin
Eg havi ikki brúkt nógva orð uppá at viðgera ólavsøkupakkan í hesi røðuni. Tað er tí, at vit hava skipað okkum soleiðis, at framsøgukvinnan í fíggjarmálum viðgerð tann partin. Men eg havi kortini hug at nevna, at tá fakfeløgini havnaðu møguleikanum at útseta lønarhækkingina, var tað umráðandi fyri okkum í Javnaðarflokkinum at halda fast við at virða fría samráðingarrættin. Tí eydnaðist tað at forða fyri, at lønarhækkingin varð útsett við lóg og tað eydnaðist somuleiðis at forða fyri, at kostaðurin av lønarhækkingini varð spardur inn aftur við at steðga lønarkompensatiónini og at fólk harvið vórðu uppsøgd. Tískil er við virðing fyri frælsa samráðingarrættinum gjørd avtala um, at almennir stovnar fáa 3 prosent í øktari játtan til lønir næsta ár. Hesa avtalu er Javnaðarflokkurin fegin um, at tað eydnaðist at fáa í lag.

At taka lut
Savningarmegin og menniskjaliga tilfeingið. Hetta var yvirskriftin, eg setti mær fyri hesa røðuna. Grundin er, at eg haldi tað vera týdningarmikið í hesum avbjóðandi broytingartíðum at halda fokus á, at hóast fíggjarmarknaðurin leingi hevur rapað rundan um okkum, so hevur menniskjaliga tilfeingið nógv tann størsta týdningin fyri eitt samfelag. Og tá eg tosi um menniskjaliga tilfeingið, meini eg við, at hvørt einstakt individ, hvørt menniskja, hevur týdning við sínum luti í samfelagnum. Tí er umráðandi, at vit í hesum tíðum sláa manngarð um vælferðarsamfelagið og ikki fremja ógvuslig inntriv, har menniskjaliga tilfeingið í landinum gleppur okkum av hondum.

Eitt gott vælferðarsamfelag, har pláss er fyri øllum og lívið gevur meingin í tí samanhanginum, har viðkomandi er, merkir kortini ikki, at tað almenna skal forsyrgja øllum. Um hetta kann ugga onkran á tí meira borgarliga vonginum.

Í hesum sambandi havi eg hug at enda við at endurgeva fyrrverandi formannin í danska Javnaðarflokkinum, Svend Auken, úr eini grein í Informatión herfyri:

"Javnaðarhugsjónin er ikki, at øll skulu forsyrgjast, men at tey skulu klára seg".

Harleyfacadeacryl