Í løtuni er Edmund Joensen á tingsins røðarapalli og greitt er at Sambandsflokkurin gongur í bólkum og ivasamt er um flokkurin megnar at verða stjørnarberandi
Við sera harligum vendingum avvísti Edmund Joensen fyri løtu síðan sokallað Ólavsøkupakkan hjá Landsstýrinum og tók undir við Magna Laksafoss sum í gjár segði at uppskotið hjá landsstýrinum ikki var brúkiligt.
Sostatt er greitt at Magni Laksáfoss og Edmund Joensen enn einaferð taka serstøðu í málum sum samgongan kemur við.
Sum Norðlýsið skilir er ein uppgerð í Sambandsflokkinum á veg tí sambært keldum í flokkinum kann leiðsla flokksins ikki longur liva við at verða stjørnarberandi samstundis sum tingmanning flokksins gongur í bólkum.




