Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góðar umstøðurá Varpinum

Oliver Joensen

Tey, umborð á stuttleikabátunum við Varpið eru sera væl nøgd við umstøðurnar og vænta enn fleiri bátar.

Ein av fremmandu bátaeigarunum segði við Norðlýsið, at umstøðurnar sum Klaksvíkar Havn hevði skipa fyri í samband við Summarfestivalin, hjá stuttleikabátunum at koma higar at liggja festivaldagarnar, vóru sera góðar.
Vit hava onki at finnast at, og samanhaldið og hugnin hevur verið óførur her, summi kóka ímeðan onnur grilla, uppaftur onnur koma við turrum fiski grind og spiki, so her er hugni so tað battar. Nógvir bátar eru longu komnir, og vit vænta fleiri í kvøld, nú seinasti arbeiðisdagurin í vikuni er liðugur.
Jú, vit hugna okkum, skulu vit heilsa og siga frá bátum við Varpið í Klaksvík.

Harleywoodpaint