Vit hava lagt sera áhugaverdan film frá Sjómannadegnum 2006 út á YouTube. Tað var árið tá springarin “Pollur” sýndi kynstur síni á Stongunum.
Mangt áhugavert er at síggja, millum annað børnini, sum vóru børn fyri trimum árum síðani og fiskaðu á Kósabrúnni, fleiri teirra halda seg helst ikki vera børn ídag hóast stutta skoðbráðið.
Totogan millum skipsmanningar er eisini áhugaverd og ikki minst allar kappingarnar. Veðrið var av tí besta á sjómannadegnum 2006, so myndirnar eru góðar, kanska serliga tær av sluppunum. Filmurin er í sjey pørtum.
Trýst á leinkjuna niðanfyri:
Føroya Sjómannadagur 2006 á YouTube




