Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minka um CO2 útlátið og spar pening

Norðlýsið – Tíðindi

Norðurlandahúsið verður karmur um spennandi tiltak um orkusparing, sum verður tann 27. august 2009

Fá góð, hent og ókeypis hugskot til, hvussu tú kanst minkað um CO2 útlátið frá kenda danska lívsstílsserfrøðinginum Christine Feldthaus. Christine Feldthaus er m.a. kend frá DR1-sendingini “Kender Du Typen”, og hon kemur at geva íblástur til, hvussu vit øll kunnu hugsa umhvørvið inn í gerandisdagin – uttan at gerast hysteriskir umhvørvisfjepparar.

Við støði í egnum royndum fer Christine Feldthaus, við sínum eyðkenda lætta lyndi og uttan at hava fremstafingurin á lofti, at varpa ljós á, hvussu vit øll – við bert at broyta nøkur fá ting í gerandisdegnum – kunnu verja umhvørvið og samstundis spara fitt av peningi.

Eisini verður ein forvitnisligur umhvørvis-stuttfilmur sýndur, sum tekur støði í gerandisdegnum hjá tveimum føroyingum. Tað er filmverkstovan Klippfisk sum framleiðir filmin og Jákup Veyhe leikstjórnar.

Norðurlandahúsið verður karmur um hetta praktiska tiltakið hósdagin 27. august 2009 kl. 19.30.

Tað eru Umhvørvisstovan, SEV, Agenda 21-stovan og Tórshavnar kommuna, sum í felag skipa fyri hesum áhugaverda og spennandi umhvørvistiltaki.