Ídag komu fyrstu modellskipini hjá Hans Jákup Fuglø í deildina hjá Eik í Klaksvík.
Tað verður ein spennandi framsýning av listaverkunum hjá Hans Jákup Fuglø, sum verður í Eik í Klaksvík í samband við Føroya Sjómannadag.
Fyrstu modellini, sum í hesum døgum vera savnaði, komu í Eik deildina í Klaksvík ídag, og beinanvegin var farið undir stóra arbeiðið at stilla upp og at gera hølini so framsýningarvinarlig sum tilber. Eik deildin er eitt arbeiðispláss, so atlit skulu eisini takast fyri tí.
Fyri Føroya Sjómannadag, eru tað teir báðir Jógvan við Keldu og Jákup Sólstein, ið skipa fyri hesi framsýning.




