Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kí stóð fyrstu royndina

John William Joensen

Kì vann í kvøld ein tryggan 2-0 sigur á Víkingi og sostatt er greitt at sunnudagin verður botn-finalan í Gundadali millum B36 og KÍ

Tað stóð nógv á nervunum til hendan dystin og saman við skiftandi vánaligu veðurlíkindunum stóran part av dystinum – var uppgerðin millum bláubylgjuna og víkingarnar merktur av nógvum skeivu feilavleveringum – men samstundis eisini av nøkrum perlumálum – sum hesuferð fullu í okkara lut.

Við dystarbyrjan stóð Borðoyavíkin í einum rokið og regn og sjórok heglaðu oman yvir Djúpumýru.

Í hesum veðrinum var hvør deyðbóltur vandamikil og Víkingur legði út við tveimum stórum málmøguleikum.

Men KÍ – sum í seinru hálvu er styrkt við nógvum framtakshugaðum og álopssinnaðum leikarum – var vandamikið í kontrafótbólti.

Ungu mennirnir á KÍ miðvøllunum stríddust væl – men nervarnir sviku tá bólturin skuldi spælast fram. Men tað gjørdi ikki so nógv tí miðvøllurin hjá Víkingi manglaði miðvallara generalin – Súna Olsen – sum venjarin hevði valt at seta á beinkin. Eingin skipari og ein rúgva av skeivu avleveringum rullaðu frá fótunum á Víkinga miðvallarunum. Ein kundi ikki lata verða við at illneitast ein á lága teknska støði sum fleiri leikarar sýndu tá teir høvdu bóltin.

Men so við eitt var Kí á odda og talan var um eina sanna perlu.

Todi Jónsons sum er kandidatur til besta leikara – fekk eina sending – sneidi sær á og sendi Hjalgrím avstað – og hann lá sum vant ikki á boðunum – og smekkaði bóltin í kassan til – 1-0. EItt frágerða gott mál.

Hetta fekk meira ferð í Víkingarnar og í seinrahálvleiki fekk dysturin eina meira jaliga vend. Nógv álop og fleiri sera góðar detalur frá báðum liðum.

Tá Súni Olsen kom á vøllin gjørdust allar deyðbóltastøður ein sonn marra fyri KÍ leikarar og fjepparar – men hesuferð tóku klaksvíkingar við avbjóðingini og Víkingar fingu einki burtur úr.

Tað skal eisini verða sagt at Todi Jónson, Hjalgrím Elttør, Páll Klettskarð, Atli Danielsen og Høgni Madsen, sum allir eru komnir til felagið í summarsteðginum – slógu til og gjørdu stóran mun – hvør á sínum plássi.

Men ungu KÍ leikararnir stóð heldur ikki aftanfyri og ein leikari sum Jógvan Isaksen spældi ein sannan branndyst.

Tað lá líka sum í luftini at Hjalgrím og Todi høvdu meira í sjáttuni og eftir eina heldur sjálvsama villu í miðverjuni hjá Víkingi – gerst Hjalgrím púra leysur – og hann smekkar í netið – og so var sigurin tryggjaður.
Næstan hálvur tími var eftir at spæla – men hóast Jákup hevði tvær sera góðar bjarginar – so var tað KÌ sum var nærmari 3 – 0.

Tað var to ein smeitur fyri KÍ at Høgni Madesen – sá reytt og tí ikki verður tøkur til stóru royndina í Gundadali sunnudagin.

Fyrsta royndin.
Men armarnir hjá klaksvíkingum mugu skjótt niður aftur – tí KÍ skal vinna fleiri dystir um sleppast skal undan niðurflyting og næsta finalan er í Gundadali sunnudagin móti B36 – sum er bert eitt stig frammanfyri Kí.

Tá tann dysturin er liðugur er fleiri týðandi dystir eftir at leika – so hóast dysturin og siðurin í kvøld høvdu stóran týdning – so telur sigurin einki um Kí ikki megnar at vinna  komandi vikurnar.

Fyri leikarar og venjarar er alt avgerðandi at fokusið verður á rætta stað og tí er tað ein avbjóðandi og avgerðandi løta í søgu felagsins sum dagsins leikarar virka í.

Men leikarar og venjarar skulu hava tøkk fyri eitt sera flott liðavrik í tráð við stórstu sigrarnar í søgu felagsins og hetta gevur okkum Kí fjepparum álit og vón á felagið aftur.

Koyr á KÍ