Leygarkvøldið fer Óli Olsen, rithøvundur, at siga nøkur orð í sambandi við stórfingnu framsýningina í Klaksvík sjómannadagarnar.
Í røðuni setir hann sær m.a. spurningin, hvussu til ber manni at lata úr hondum so snøgg og heilskapað listaverk, sum hvørt einasta modellskipið hjá Hans Jacob Fuglø er. Eyðvitað skulu góðar hendur til, men annað og meira krevst, sigur rithøvundurin. Hann hugleiðir eisini um góðar løtur inni hjá Hans Jacob og Marjun norðuri á Stongum
Hóast norðoyingar vistu tíðliga til sín við skipsfiskiskapi, so vóru teir ikki so skjótir at keypa sluppir sum suðuroyingar og havnarmenn. Tær fingust bíliga til keyps um aldamótið 1900, tá ið bretar settu tær bíliga til sølu, tí teir skiftu flotan út við stáltrolarar við dampmaskinu, sigur Óli Olsen. Hann greiðir stutt frá fyrstu fiskiroyndum norðoyinga frá 1864 og nevnir m.a. skonnartina Caprice, sum gavst at fiska og fór burtur í lond at sigla við føroyskari manning.
Í 1905 fóru motorbátarnir at koma, og teir fingu stóran týdning fyri útróðurin í Klaksvík mong ár frameftir, sigur rithøvundurin. Í hesum sambandi nevnir hann tiltikna bátasmiðin, Jákup bónda á Biskupstøð og motorkøna Sørin úr Kunoy.
Klaksvíksluppirnar vóru drúgvar í seinna enda, sigur Óli og greiðir eitt sindur frá teimum. Hann sigur, at Esther var tann allardrúgvasta. Umframt at fara til Grimsby, føðibý sín, tá ið hon fylti hundrað í 1988, gjørdi hon veruligt "come back" á upsaveiði undir Føroyum eftir at vera givin á íslandsleiðum.
Skipini, sum framsýningin fevnir um, eru ikki til longur, sigur Óli Olsen, men søgan er til skjals. Teir gomlu løgdu nógv fyri. Seglini vóru álitið. Ongan motor, onga telefon, ongan radara, sigur Óli Olsen. Í hesum sambandi greiðir hann frá, hvussu vandamikið arbeiðsplássið hjá sjómanninum í veruleikanum var. Trygd á sjónum var ikki til, og nógvir fingu váta grøv. Sosialar skipanir vóru ongar, neyðugt var at sigla, skuldi tú halda hungur og hall frá durum, sigur Óli.
Havið var gávumilt, men stundum tók tað alt aftur við hinari hondini. Í hesum sambandi greiðir rithøvundurin frá kenslubornari hending á Suðurlandinum, tá ið Føroya stoltasta snekkja fór á land undir Selvogsbjørgum í kavaroki og brimódn.




