Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasta tiltakið á Føroya Sjómannadegi verður í kvøld kl. 19:30

John William Joensen

Í kvøld kl. 19.30 ferð Tommy Petersen at halda fyrilestur, í Eik, um FAS – Føroyska Altjóða Skipaskráseting – og greiða frá tess byrjan hvat er vunnið og hvat vit kunnu vænta, og gagnið vit kunnu fáa burturúr hesum nýggja átaki

Fyrireikararnir av Føroya Sjómannadegi hava hildið hóskandi, at enda hesar vikomandi dagar, nevndir í einum, “Føroya Sjómannadagur”, við einum framatlítandi fyrilestri um FAS, ella Føroyska Altjóða Skipaskrásetingina.

Hósdagin lat upp ein forkunnug modellskipa-framsýning, hjá listamanninum Hans Jacob Fuglø – eitt brot úr Føroya sjóvinnusøgu frá eini farnari tíð. Fríggjakvøldið kl. 19.30 heldur Auðun Konrádsson fyrilestur um skipið Løvenørn, sum fórst undir Íslandi. Leygarkvøldið kl. 20.30. fer rithøvundurin Óli Olsen at hugleiða um føroyska fiskiskipasøgu. Báðir fyrilsestrarnir verða í Eik í Klaksvík.

Mánakvøldið verður eisini ein framatlítandi áhugaverdur fyrilestur í sama høli kl. 19.30.

Økt virksemi við ”fremmandum” flota

Fyrilesturin, sum Tommy Petersen, stjóri í FAS fer at halda, fer at snúgva seg um, hvussu komið er frá byrjan, tey skip, sum eru skrásett, vónirnar um fleiri skrásetingar, hvat virksemi kemur burtur úr hesum í Føroyum.

Bert “føroyingar” kunnu eiga skip í FAS. Tí mugu útlendskir reiðarar stovna eitt felag í Føroyum, sum so verður eigari av skipunum. Eisini mugu útlendsku reiðaríini hava føroyskan umboðsmann. – Hetta gevur ávíst virksemi.

Kunning hevur verið um skipanina bæði í Danmark og Noregi, hesa skipan, sum varð lóggivin um í 1992 og nú í 2008 hevur meira tikið dik á seg.

Vit bjóða okkum fram

Tað tekur tíð at byggja eina tílíka skipan upp, men longu eru fleiri skip í skránni.

Vónandi verða tað fleiri, sum fáa eyguni upp fyri møguleikunum í FAS, fara at bjóða seg fram at veita dygdargóðar tænastur. Førleikarnar hava vit á flestu økjum.

Hesin partur kann gerast gott íkast til t.d. Norðoyggjar og henda partin av Føroyum.