Tá nevndarlimir í kappingarnevndini møttu til fundar at viðgerða leikaraloyvi hjá B36 leikarara, sæt sjálvur FSF forsetin Høgni í Stórustovu og vara-forsetin í fundarhølunum og bíðaðu
Nógv umrødda málið um undantaksloyvi hjá B36 frá regluni um flytingarvindeygað, varð avgjørt á einum sera løgnum fundi í kappingarnevndini hjá FSF.
Vanligu limirnir í kappingarnevndini eru; Sveinur Tróndarson, formaður, Karl Vidtfelt og Rúni Heinesen.
Men av tí at KÍ skuldi møta B36 í týðandi dysti, avgjørdi Rúni Heinesen at trekkja seg úr nevndini og í hansara stað møtti Niclas á Líðarenda, sum eisini er varðaforseti í FSF.
– Men tá eg kom inn í fundarhølið má eg siga at eg gjørdist eitt sindur skakkur at síggja sjálvan forsetan í fótbóltssambandinum, Høgna í Stórustovu, sigur kelda í FSF sum ikki ynskir at verða nevnd.
Sum Norðlýsið skilir so høvdu Sveinur Tróndarson, formaður í kappingarnevndini, og Høgni í Stórustovu, formaður í FSF, verði á fundi við leiðsluna í B36, sum saman við sera framstandandi advokati høvdu víst á at ein regla í lógarverkinum gav heimild til undantak í heilt serligum føri.
– Tað sigur seg sjálvt at tá ein situr á fundi har baði forsetin og varða-forsetin í fótbóltssambandinum tosa fyri at trýst verður á tann grøna knappin, so er trupult hjá nevndarlimum at verða ósamdir, sigur keldan við Norðlýsið.
Jens Vang innhabilur?
Løgfrøðiligi ráðgevin hjá kappingarnevndini, Jens Vang, hevði í løgfrøðiligari greining annars mælt frá at geva B36 leikara loyvi.
Løgfrøðingurin hjá FSF metti ikki at B36 við at gloyma at senda inn sáttmála til góðkenningar og við at gloyma at biðja um leikaralovyi til leikaran, kundi skjóta seg undir undir lógarregluna sum serligt tilfeldið.
– Men á fundinum í kappingarnevndini avgjørdu Høgni í Stórustovu og Sveinur Tróndarson at venda sær enn einaferð til Jens Vang at spyrja um nevndin fór út um sínar heimildir við at útskrivað leikaraloyvi – og svarið var at tað var upp til nevndina um so var.
Men spurningurin er um ikki advokaturin hevði gegnistrupuleikar tí avgerðin kundi fáa stóra ávirkan á Klaksvíkar Ìtróttarfelag, sum við hesum tilmælinum møtti einum sterkari B36 liði enn tilfeldið annars hevði verið.
Jens Vang hevur í tvey ár saksøkt KÍ vegna Tony Paris og hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at trýsta felagið til at gjalda eina millión krónur til eingilsmannin.
Hví var Stórustovu á fundi
Eftir stendur spurningurin hví sjálvur forsetin í FSF møtti á fundi í kappingarnevndini.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið fatur á honum, men áhugavert er at tað júst er beiggi forsetans – sum er leikaraumboðsmaður hjá nógv umrødda leikara.
livst so spyrst




