Sunnudagin 30. august kl. 13.00 skipar Treysti fyri rennikapping á Viðareiði.
Hetta er fimta árið á rað, at Treysti skipar fyri rennikapping á Viðareiði, og hevur undirtøkan hevur øll árini verið góð. Viðoyingar hava tikið sera væl undir við tiltakinum hvørja ferð, og hava flestu luttakararnir verið av staðnum.
Byrjað verður kl. 13.00 og renna yngstu bólkarnir fyrst. Rennikappingin verður skipað á sama hátt sum hon plagar. Ein bólkur fyri superveteranar er komin afturat bólkunum hesaferð.
Bólkarnir eru hesir:
Gentur/dreingir – f.2003 ella seinni – renna 500m
Gentur/dreingir – f.2001-2002 – renna 500m
Gentur/dreingir – f.1999-2000 – renna 500m
Gentur/dreingir – f.1997-1998 – renna 1.000m
Gentur/dreingir – f.1993-1996 – renna 1.000m
Kvinnur/Menn – f. 1964-1992 – renna 2,7km
Kvinnur/Menn vet. – f.1954-1963 – renna 2,7km
Kvinnur/Menn supervet. – f.1953 ella fyrr – renna 2,7 km
Viðareiðis Kommuna hevur aftur í ár verið so beinasom at stuðla, so tað verða latin heiðursmerkir til nummar eitt, tvey og trý í hvørjum bólki og harafturat okkurt leskiligt til allar luttakararnar.
Tilmelding
Tilmelding fer fram á staðnum við ein bil frá KBI frá kl. 12.00 sunnudagin. Startur og mál verða við norðara enda á Nýggjaveg.
Luttøkugjaldið er kr. 20 fyri bæði børn og kr. 50 fyri vaksin.
Børnini renna øll á Nýggjavegi, sum verður avsperraður meðan runnið verður. Tey yngru renna eina ferð yvir á Grømma at venda og aftur, meðan tey størru børnini renna tvær ferðir yvir á Grømma at venda og aftur. Tey vaksnu, sum skulu renna 2,7 km, renna eitt umfar runt á Viðareiði, sum er oman í Ónagerði, eystur í Eiðsvík og aftur til Nýggjaveg.
Fyri at hava betur stýr á málinum, so renna gentur og dreingir renna hvør sær, um bólkarnir blíva stórir.
Frá Treysti verður sagt, at øll eru vælkomin at verða við og vóna tey at luttøkan verður eins góð sum undanfarin ár!




