Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summarferiurnar eru so smátt av: Hóskvøldsmøtini í Betesda byrja aftur í kvøld

John William Joensen

Vit frætta úr Betesda, at møtini hjá teimum ungu, sum eru hvørt hóskvøld, byrja aftur í kvøld, hóskvøldið 27. august 2009.

Nú skúlarnir eru byrjaðir aftur, byrja eisini tey ymisku virksemini kring um í býnum.

Eitt av hesum eru tey sonevndu hóskvøldsmøtini – og tey byrja nú aftur í kvøld, hóskvøldið 27/8-09.

Sum skilst, eru onkrar broytingar á veg, og verður kunnað um hesar á møtinum í kvøld.