Málið, um leikaraloyvið hjá Christian R. Mouritsen, er avgreitt í samsvar við kappingarreglurnar og einki annað. Akkurát sum fleiri onnur líknandi mál eru tað, bæði í fjør og í ár. Hinvegin er tað, sum Norðlýsið diskar upp við, loddrøtt lygn
Eg síggi, at John William Joensen, blaðmaðurin á Norðlýsinum, í grein á heimasíðuni leggur eftir Høgna í Stórustovu, forseta í FSF, og undirritaða, sum er formaður í kappingarnevndini, og fyri so vítt eftir allari kappingarnevndini í samband við avgerðina, um at flyta leikaraloyvið hjá Christian R. Mouritsen frá HB til B36, eftir at flytingarvindeygað lat aftur.
Eg skal upplýsa at tað, sum stendur í greinini, er beinleiðis lygn. Tað einasta sum er rætt er, at Rúni Heinesen, sum er limur í kappingarnevndini, metti seg at vera ógegnigan, og vildi tí ikki vera við í viðgerðini.
Eftir mínum tykki má blaðmaðurin hjá Norðlýsinum royna aftur, hesaferð við betri keldum. Tí tann “keldan”, sum hevur givið honum upplýsingarnar til greinina um viðgerðina av málinum um Christian R. Mouritsen, hevur misbrúkt blaðmannin í ólukkumát.
Greinin í Norðlýsinum er sett upp soleiðis, at tað skal vera ein persónur í FSF, sum hevur verið við í viðgerðini av málinum, sum er keldan hjá blaðmanninum. Til tað kann tað bara vera ein orsøk, nevniliga at loypa split í, men tað fer ikki at eydnast. Orsøkin er so sára einføld, at tað sum er skrivað í greinini er so langt frá sannleikanum, sum tað í heila tikið kann vera.
Millum annað vistu øll, sum møttu á fundinum vegna FSF, at forsetin skuldi við á fund. Her kann so leggjast afturat, at forsetin hevur rætt at møta á øllum fundum í FSF. Og tað er loddrøtt lygn, tá sagt verður, at tá nevndarlimirnir í kappingarnevndini møttu á fundi, sótu forsetin og varaforsetin og bíðaðu. Varaforsetin kom seinast, tí hann kom beinleiðis av flogvøllinum, eftir at hava verið uttanlands í arbeiðsørindum.
Tað er eisini loddrøtt lygn, at forsetin og undirritaði, einsamallir, høvdu verið á fundi við Kristjan á Neystabø, formann í B36 og teirra løgfrøðing, sum eitur Christian Andreasen, og har fingið at vita, hvørji grein málið skuldi avgreiðast eftir. Sannleikin er hinvegin, at B36 í umsókn síni søkti um undantak sambært grein 17, stk. 5, sum heimilar slík undantøk. Tí høvdu vit ikki fyri neyðini at fáa tað at vita frá B36. Tað vistu øll av frammanundan.
Hevði blaðmaðurin hjá Norðlýsinum tímað at sett seg inn í umsóknina, og viðurskiftini í samband við hana, so hevði hann sæð veruleikan, men tað er ikki endamálið við greinini.
Sannleikin um fundin við B36 er eisini, at øll umboðini hjá FSF, sum vóru á fundi fríggjadagin, vóru við á fundinum við B36, og tað einasta, sum hendi á tí fundinum var, at B36 munnliga slapp at gera sínar viðmerkingar til málið.
Eisini sáar blaðmaðurin iva um gegnið hjá Jens Wang, advokati, sum hevur gjørt løgfrøðiligu metingina av málinum.
Tað er illa gjørt, tí advokaturin hevur gjørt sítt arbeiði til lítar.
Tað hevur kappingarnevndin eisini, tí tað er hennara uppgáva at taka avgerðir í slíkum málum, eisini teimum truplu málunum sum hesum. Um ikki FSF skal viðurkenna sínar egnu reglur og viðtøkur, hvør skal so gera tað?
Blaðmaðurin á Norðlýsinum ger tað so ikki. Tað er týðuligt, eftir at hava lisið greinina á heimasíðuni. Og so er tað eisini ósatt, at undirritaði og Høgni í Stórustovu á fundinum gjørdu av at tosa við Jens Wang aftur.
Seinast í greinini roynir blaðmaðurin, í besta “konspiratoriska” stíli at vevja familjubondini hjá forseta FSF’s upp í málið, fyri at gera alt enn meira ivasamt. Tá man er komin hartil, tá ríður man lægri enn gott er, harra blaðmaður, og eg kann bara siga sum eg segði í byrjanini, at hetta kanst tú bara gera betur.
Sannleikin er, at umsóknin frá B36 er avgreidd í samsvari við galdandi reglur hjá FSF. Reglur, sum feløgini hava samtykt á aðalfundi fyri fleiri árum síðan, sum ikki eru broyttar og sum tí framvegis eru galdandi. Reglur, sum vóru brúktar meira enn einaferð í fjør, og sum eisini eru brúktar meira enn einaferð í ár. Bæði til málmenn og til útileikarar.
Men eisini reglur, sum blaðmaðurin á Norðlýsinum ikki vil kennast við.
At enda vil eg bara leggja afturat, eg tað heldur ikki er rætt, at eg eri ítróttarredaktørur á Dimmalætting…
Sveinur Tróndarso




