Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jens Leon fekk merkisverdan fisk

John William Joensen

Ísak Petersen, stýrimaður á Jens Leon, segði okkum frá, at teir høvdu fingið ein løgnan fisk, og bjóðaði okkum til Leirvíkar við myndatólinum.

Á keiini í Leirvík fingu vit sjón fyri søgn. Fiskurin, ið talan er um er ein "Mánafiskur" ella "Klumpfisk" sum danir nevna hann, hann er ikki nakar snotuligur fiskur á at líta, men er stórur og hevur ein sera lítlan munn. Ísak Petersen segði okkum, at maður frá Fiskirannsóknarstovuni hevði sagt teimum, at hetta er fiskur av pelagiskum slag. Hóast fiskurin er sjáldsamur við okkara strendur so er hann ikki ókendur.

Menn vita um einar 10 fiskar av slagnum, sum komnir eru upp á land her síðani 1920, so vanligur er hann ikki.

Mánafiskurin varð vigaður ímeðan vit vóru til staðar, og vigaði hann heili 175 kg. Eisini fekk Jens Leon ein stóran kalva hendan túrin, hann vigaði 262 pund.

Jens Leon hevði hendan túrin 401 kassa, harav størsti parturin var toskur og meginparturin av restini hýsa.

Teir royna við troli, og skipari hendan túrin var Jóhan Djúrhuus av Selatræð