Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Familjan vitjar grøv hjá týskum hermanni sum lat lív við týska flogarinum sum rendi á Lokkan

John William Joensen

68 ár eru liðin síðani týski flúgvarin rendi á Lokkan og tann 18. juli í ár vitjaði dóttur týska fjarritaran og abbasonurin grøvuna hjá týsku manningini í týskum hernaðarkirkjugarði í jútlandi, skrivar Olaf Berg Nielsen úr Danmark.

Olaf Berg Nielsen, skrivar

68 ár síðani týskur flúgvari rendi á Lokkan

Fyri 68 árum síðan, tann 18. august 1941 hoyrdu fólk í Norðdepli og Depli dunið av einum flúgvara og løti seinri, klokkan 12.35 ein harðan brest. Einar 700 metrar uppi á Lokkanum finna menn vraklutir av einum Junkers 88 bumbuflogfarið. Umframt leivdir av flúgvaranum funnu teir teir fýra týskararnar sum mannaðu flogfarið. Teir vóru tann 20. august jarðaðir í kirkjugarðinum í Norðdepli í eini felagsgrøv. Millum vraklutirnar av týska flogfarinum funnu menn frá ensku herleiðsluni tað sum eftir var av logbókini hjá fjarritaranum. Eisini funnu teir ein jarnkross, 2. Klassa og eitt lívreimspenni. Hesir lutirnir eru enn í varðveislu í Norðoyggjum og vóru sýndir fram á Norðoyastevnu fyri árum síðan.

Luftflotte 5, hevði støð í Norra, á Sola flogvøllinum við Trondheim, umleið 800 km ella tveir tímar flogtíð frá Føroyum. Deildin hevði longu áðrenn tilburðin á Lokkanum mist sjey onnur Junkers 88 flogfør. Eftir tilburðin á Lokkanum eru einastu boðini frá týsku deildini til familurnar at teir fýra mennirnir umborð á flogfarinum eru saknaðir.
Ikki fyrr enn tann 19.desember 1941 verður bræv sent úr Berlin, sum vísir til at týski reyði krossur hevði fingið fjarrit úr London sum boðaði frá, at Feldwebel Adolf Kühne og tríggir aðrir ókendir høvdu mist lív við sama flúgvara. Fyrst eftir kríggið vísa skjøl hjá 1.(F) Aufklärergruppe 120 at teir fýra vóru: Oberleutnant Walter Budden, flógskipari, Leutnant Bodo Möller, stýrimaður, Unteroffizier Herbert Schlichting, fjarritari og Feldwebel Adolf Kühne, skjúttari. Men familjan fekk ongantíð at vita um lagnuna hjá hesum fýra. Tann 6. oktober 1967 vóru restirnar av manningin fluttur úr kirkjugarðinum í Norðdepli niður til Grove sum er týskur hermannakirkjugarður í Jútland. Har verða mennirnir grivnir í felagsgrøv sum hevur nummar: Blok 2, røð 2, grøv 75/76.

Teir fýra vóru:
Oberleutnant Walter Budden, flógskipari
Føddur í Nürnberg 25. september 1912
Identitetsmerki: -674-1.(F)./120

Leutnant Bodo Möller, stýrimaður
Føddur í Schwerin, Mecklenburg 3. mai 1919
Identitetsmerki: L 51513/50-1.(F)./120

Unteroffizier Herbert Rudolf Schlichting, fjarritari
Føddur í Gottesgabe, Mecklenburg-Vorpommern 5. oktober 1919
Identitetsmerki: L 51513/45-1.(F)./120

Feldwebel Adolf Kühne, skjúttari
Føddur í Sülfeld 16. oktober 1917
Identitetsmerki: L 53555/21-1.(F)./120

Tey 26 árini eg búði í Klaksvík hevur henda søgan um tað týski flogfarið altíð bergtikið meg. Eg havi roynt at funnið tilfar í týska savninum og havi eisini funnið nógv, men hvør átti henda jarnkrossin? Eg sendi teldupostar til fleiri týskar heimasíður, men uttan úrslit. Á einari heimasíðu – Forum der Wehrmacht – stóð eftirlýsing næstan eitt halvt ár, men so ein dagin kom svar. Tað var abbasonur Herbert Rudolf Schlichting, fjarritara, sum gjøgnum hesa eftirlýsing fekk at vita hvat hent hevði abbanum og eisini fekk hann at vita at abbin var grivin í Danmark.

Mamma hansara, dóttur Herbert Schlichting, fekk hug saman við soninum at vitja í Grove og tann 18. juli vóru tey og tvær døtur Klaus Holst’s, lækna og vitjaðu. So við og við hava tey sent myndir og avrit skjølum og brøv sum tey hava fingið. Eitt var tó vist, jarnkrossin 2. klassi hevði Schlichting ikki átt, tí dottir hansara eigur jarnkrossin hjá pápanum enn. Nakað annað er, at hann eisini hevði fingið jarnkross 1. klassi sum er eina brosja. Kanska liggur tann krossurin enn á Lokkanum. Yvir 3 milliónir týskarar fingu jarnkrossin 2. klassi, men bert 450.000 av 1. klassi.

Umframt hetta fekk hann eitt Luftwaffenfliegerschützen-Abzeichen sum vóru handað fjarritara aftaná at teir høvdu lokið prógv.

Hetta slagi av flúgvara gjørdi nógvan skaða í Føroyum. Fleiri skip eru sokkin orðsaka av Ju 88.

Týskland er og var eitt kristi land, men gloymdu hesu orð frá Esajas 2:4:

"Svørð síni skulu teir smíðja um til plógjørn og spjót síni til víngarðsknívar; fólk skal ikki longur lyfta svørð móti fólki, og teir skulu ikki longur læra seg hernað."

Olaf Berg Nielsen,
prentari

olaf-berg@mail.dk