Í kvøld (týskvøldið 15. september) er hugnaligt tónleika og kafé kvøld í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Hetta er í sambandi við framsýningina "Lívsins ferð í ljósi og myrkri" hjá Annu Hansen og Rógva á Lakjuni.
Petur Háberg í Ribarhúsi
Petur Háberg úr Bet You Are William fer at framføra nakrar av sínum sangum.
– Petur sigur nakað soleiðis um tónleik sín: “Eg skrivi frá hjartanum tá eg skrivi og eg spæli mín tónleik við
kenslum. Ljóðar býtt og naivt, men tað er satt. At skapa nakað, sum onnur dáma – er stórt, haldi eg"
Persónligu søgurnar fortaldar
Framsýnararnir fara hetta kvøldið, at siga frá persónligum søgum, sum liggja aftanfyri nøkur av listaverkunum.
Tiltakið er ókeypis, og verður í Ribarhúsi í Fuglafirði, týskvøldið 15. september kl. 20.




