Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aganevndin setur seg í samband við norðurlendsku fótbóltssambondini

John William Joensen

Ingunn Eiriksdóttir, forkvinna í Aganevndini sigur at nevndin viðgjørdi Mouritsen málið gjárakvøldið og at avgerð verður tikin seinrapartin.

– Nevndin viðgjørdi málið gjárakvøldið og í morgun hava vit biði umsitingina hjá FSF um at kanna hvussu slík mál verða viðgjørd í Norðurlendsku fótbóltssambondunum.

– Vit hava biði um svar frá umsitingini áðrenn kl. 13 í dag og niðurstøðan í málinum verður vantandi latin umsitingini hjá FSF áðrenn kl. 16. seinrapartin.