Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsti tunnilsdagur hjá nýggja Bónus

John William Joensen

Undir slagorðunum: “Vit hava flutt handilin men ikki prísirnar…” letur nýggja Bónus í Klaksvík hurðarnar upp á víðan vegg í samband við tunnilsdagin

Heilar átta síður við sera góðum tilboðum eru í tunnilsblaðnum sum verður borið í hvørt hús í Eysturoynni og Norðoyggum í kvøld.

Hetta er fyrsti tunnilsdagurin hjá nýggja Bónus í Klaksvík og sjálvandi fer dagurin ikki aftur við borðinum, hjá teimum í Bónus.

Tilboðini eru galdadni frá í dag til og við Tunnilsdagin 26. september.

Ein gamal KÌ-66 leikari, sum var uppá innkeyp í nýggja Bónus segði soleiðis:

"Hetta er ein frálíkur handil! – Tað følist sum at verða komin til Havnar – og so sparir ein tunnilsgjaldið!!"

Harleywoodpaint