Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í dag fyllur Norðoya Sparikassi 90 ár

John William Joensen

Tá framskygdir menn, tann 24. september 1919, stovnaðu Norðoya Sparikassa, var hesin fyrsti ábyrgdarasparikassa í Føroyum og talan var um 40 ábyrgdarar, ið tilsamans teknaðu 20.000 kr. í ábyrgdarapeningi.

Í dag 24. september 2009 kann Norðoya Sparikassi hátíðarhalda 90-ára stovningardag sín.
Um veturnætur 1918 hevði Olaf á Stongunum boðið til fundar um at seta á stovn ein sparikassa í Norðoyggjum, og byrjar gerðabók Norðoya Sparikassa soleiðis:

"Aar 1918, den 13. Oktober, samledes Sysselmand T. J. Petersen, Købmand Olaf Olsen, Distriktslæge J. Zachariassen, Købmand J. F. Kjølbro og Lærer S. P. Zachariassen for at overveje Spørgsmaalet om Oprettelse af en Sparekasse for Nordøerne, og vedtoges at udsende saalydende Opfordring til Tegning af den nødvendige Garantkapital:

Vi undertegnede, som er traadt sammen til at overveje Spørgsmaalet om Hensigtsmæssigheden af Oprettelsen af et pengeinstitut for Nordøerne, ere komne til den Overbevisning, at en Sparekasse vil være af allerstørste Betydning for Udviklingen af Erhvervslivet.
Vi have derfor bestemt os til at virke hen til Oprettelsen af en Sparekasse under navnet
NORÐOYA SPARIKASSI.’

Tann 24. september 1919 varð hildin stjórnarfundur. Framløgd vóru tvey skriv frá handilsráðharranum og greitt var at byrja sparikassavirksemi.

Síðan henda dag hevur Norðoya Sparikassi virka sum peningastovnur við høvuðssæti í Klaksvík. Fyrstu mongu árini var sparikassin einasti peningastovnur í Norðoyggjum, men frá miðskeiðis í fimmtiárunum hevur hann virkað í kapping við tvinnanda bankar í Norðoyggjum.

Sparikassin hevur øll hesi árini lagt seg eftir at veita góða rentu til tann einstaka innskjótarin og spararin. Somuleiðis verður lagdur stórur dentur á at veita fígging til privatkundar í samband við bygging o.a. Fígging av vinnulívi hevur seinastu 15 árini verið ein størri táttur av virksemi sparikassans, og stendur vinnufíggingin í dag fyri 1/3 av útlánum sparikassans.

Norðoya Sparikassi er í dag ein landsdekkandi peningastovnur, har 85 % av Føroya fólki kunnu vitja eina av deildum okkara í Klaksvík, Saltangará ella Tórshavn, við at nýta í mesta lagi hálvan tíma koyritíð.

Í sambandi við 90-ára stovningardagin bjóðar sparikassin fleiri góð innlánstilboð.

Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið.