Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Royking er eisini skaðilig fyri teldur

John William Joensen

Á telduverkstaðum kring um í landinum upplivað tey mangt og hvat. Tá telda hjá roykjara var latin upp – var hon fylt við óhumsku – ein klistrutt blanding av nikotin og støv

Á telduverkstøðunum kring landið upplivað teir mangt og hvat.

Her fyri kom ein maður inn á verkstaðin við eini teldu sum slóknaði.

Tá tekninkarin opnaði telduna var hann um at spíggja.

Teldurnar verða luftkøldar og tí verður luft sogin inn í telduna við viftum og soleiðis var støv og nikotin blandað saman í ein klistruttan massa – sum til endan køvdi telduna.

Teldan bleiv ovurhitað og sløknaði.

Á verkstaðnum var sagt at teldumaðurin tordi ikki at lata niðara partin av telduni upp – tí hann var bangin fyri at ein bjørn lá og svav inni í telduni! 🙂

Royking er sostatt eisini skaðiligt fyri teldur.