Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vikan eitur; Niðurflyting

John William Joensen

Tað regnar í Klaksvík í morgun og hvør tann einasti hylur av Bumshamri niðan í Gerðar og frá KÍ-høllini norður á Kósavirkið er fullur av køldum regnvatni

Grá regnskýggj síggjast heilt suður á Borðoyanes og Norður á Nes – Tó í Haraldsundi hómast glottar. 

Tað vóru tung spor úr songini í morgun og hugurin til dagsins gerning var sera lítil eftir at vit noyddust at lúta móti ítróttarvinum okkara úr høvuðsstaðnum. 

Eftir at hava koyrt børnini í skúla og í barnagarð – koyrdi síðani ein biltúr norður á Stangabrúnna. Ikki ein bilur ella fólk á vegnum í morgun. Á veg fram við timburgoymsluni hjá Borg bar eg eygað við fyrrverand liðfelagan, Bent Baldvinsson, sum í síni tíð var liðskipari á KÍ liðnum. Hann sæt við hond uppundir kinn á einum planka og undir liðini á honum ein sera friðarligur Marek. Eingin ivi hvar teirra tankar vóru í heystarregninum. 

Komin norður á Stangabrúnna møti eg skiparan á besta útróðrarbátinum í landinum, John Kára Jacobsen, sum umframt at verða fyrrverandi KÍ leikari, eisini er sonur navnframa miðvallaran Olvheðin Jacobsen. 

– Nei, vit hava sikkurt gott av at fara niður í aðrudeild. So far felagið rúm til at byggja upp av nýggjum – men tað særir meg at hugsað um mistu stigini í ár. At vit nú standa og mangla trý stig er bara ein veruleiki sum vit mugu fyrihalda okkum til, sigur hesin altíð hugagóði skiparin meðan eg hyggi longur norður á Stangabrúnna har uppilagsti skiparin og reiðarin, Grímur Lassen samtalar við KÍ ikonið – Steinbjørn á posthúsinum. Meðan teir álvarsamir samtalað eru teir hyggjandi beint út á Vánna. 

– Bragd liggur annars í Vágunum har hann far nýggja útgerð monteraða umborð. Vit fara at egnað línuna umborð og tað merkir at vit spara akordegningina, sigur John Kári hugagóður. 

– Nú tíðirnar og fiskiskapurin er vánaligur hava vit valt at ganga móti streyminum og gerða íløgur í skipið. Kemur tað at rigga sum vit ætlað so koma vit at spara nógv í rakstrinum – so tað eru vit sera spentir uppá. Hinir bátarnarnir eru eisini spentir hvussu skipanin ferð at rigga umborð hjá okkum – og gongur tað væl so fara teir at gerða tað sama, greiður John Kári frá meðan hann ballar eina sigarett. 

Nú síggi eg at Grímur og Steinbjørn flenna eftir onkrari hugagóðari viðmerking og hesa løtuna eg havi tosað við skiparan á Bragd er hildið uppat at regna og tað er ikki sørt at tað hevur huga at lýsna. 

Gundadalur sunnudagin hin 27. September 2009
HB-KÍ 4-2 (3-0)
1-0: Hans á Lag 2. Min.
2-0: Andrew av Fløtum 25. Min.
3-0: Fróði Benjaminsen 42. Min.
4-0: Rógvi Poulsen 46. Min.
4-1: Hjalgrím Elttør 60. Min.
4-2: Hjalgrím Elttør 80. Min.

Dysturin millum HB og KÍ er ikki meira enn byrjaður tá HB útnyttar eina fadesu í verjuni hjá KÍ og so eru vit afturút 0-1 eftir einans tveir minnutir á vøllinum.

KÍ er trilvandi eftir hendan skelkin og serliga vindurin gerð at møguleikin at senda ein langan bólt fram til ein skjótan Steffan Kalsø í KÍ álopinum ikki er til staðar. Hvørjaferð bólturin kemur inn fyri KÌ málið er vandið á ferð og sera trupult er hjá verjuleikarum og málverja at meta um flogið hjá bóltinum. 

Fyrsta hálva tíman hevur HB eina røð av hornaspørkum og trupult er at síggja hvussu KÍ skal fóta sær. Hesa løtuna hevði eg næstan ynskt at venjarin tók áleypara út til frama fyri ein verjuleikara, men tað bar jú ikki til – tí vit skulu jú vinna dystin.

Í 26. minutti kemur HB fram um 2-0. Ein feil sending á miðvøllinum hjá KÍ ger at HBarar standa púra leysir í KÍ brotsteignum og eftir eina sending inn fyri – takkar Andrew og leggur HB á odda 2-0. 

KÍ venjarin sær seg noyddan til at gerða broytingar men lítið ber til. Í 42. Minutti er 3-0 til HB – ein sera góður heddari hjá Fróða Benjaminsen. 

Farið verður til hálvleiks og hóast vit nú hava vindin í ryggin so verður dysturin avgjørdur við aftur einum mistakið í KÍ verjuni. 

Í fyrsta HB álopinum dømir dómarin fríspark, og meðan verjuleikarar kjakast sínamillum stríkur HB avstað og Rógvi Poulsen kann uttan trupuleikar seta bóltin í netið til 4-0: Slutt, prutt og finale – sum danir plaga at taka til. 

Vóru KÍ leikararnir bara eitt vet hepnari – so var støðan nú 2-0 ístaðnfyri 4-0, men hetta skuldi altso ikki verða árið hjá KÍ. 

Í 60. minutti bragdar endiliga hjá KÍ. Hjalgrím Elttør smekkar eitt fríspark í vinstra trýkant – eitt framúr gott mál – og so er vón fyri stavn.

Í 65. min. fær Kristoffur reyða kortið og seinastu 25 minuttir má KÍ spæla við tíggju monnum.

Í 80. min. er Hjalgrím Elttør aftur uppá á spæl. Hans á Lag fellur Hjalgrím eftir at hann hevur runnið seg gjøgnum HB verjuna – og KÍ áleyparin avgreiður sjálvur brotsparkið og so er 4-2 til HB.

Seinastu 10 minuttirnar royndi KÍ at skapa eitt ávíst trýst – men hetta eydnaðist ikki og tá Eiler Rasmussen dómari fløytaði dystin av var HB Føroyameistari og KÍ óivað sent niður í aðrudeild. 

Í seinra hálvleiki stóð ein fyrrverandi KÍ-liðskipari undir liðini á mær men tveir minuttir áðrenn leiklok letur í honum. 

– Nei nú rími eg – ikki tí at eg ikki orki at síggja KÍ tapa – men heldur tí at eg orki ikki at síggja HB gerast føroyameistari, segði hann við einum smíli. 

Dysturin millum KÍ og HB í Gundadalið verður skjótt gloymdur – hóast onkur í Havn kanska fer at minnast dagin.

Vikan eitur; Niðurflyting
Tað er ein løgin kensla at KÍ liðið, sum hóast alt hevur megnað at skava 24 stig saman – eftir øllum sólarmerkjum nú er noytt niður í aðru deild. 

Hóast KÍ við ársbyrjan ikki hevði stórt fíggjarligt rásarrúm sum onnur ár, so er hetta neyvan orðsøkin til ítróttarliga úrslitið. Gamaní – áttu vit eina millión á bók – so høvdu vit kansa havt einar fýra, fimm, sterkar leikarar afturat – og høvdu kanska bjóða av í hinum endanum á stigatalvuni – men orðsøkin til at vit ikki hava eitt, ella kanska trý stig afturat – er royn armóð.

Nøkur dømi: Í trimum dystum í ár eru avgerandi málini skoraði við hondini – og hevði bert eitt av hesum málum verið rætt dømt – so høvdu vit neyðugu stigini til at hildið fram í fremstu deildini. 

Kappingarnevndin hjá FSF avgjørdi at loyva kappingarneytanum til niðurflyting – B36 – at fáa styrk hóast flytingarvindeyga var stongt og afturlatið og hetta vísti seg eisini at ávirkað støðuna á stigatalvuni hjá KÍ.
Og soleiðis kundu vit hildu fram í armóðini – hendan gráa mánamorgun – men alt til onga nyttu….. á odda 2-0 í Runavík, taptu 2-3….. noy -noy – nú gevist eg…..

Tað sum vit heldur eiga at fegnast um er tað samanhaldið sum leikararnir hava sýnt í ár og tað menning sum yngru leikararnir hava verið ígjøgnum.

So er bara at vóna at flestu leikarar halda fram komandi ár og sum skilst er hetta ikki ógjørligt. Tó teir sum stríðast fyri landsliðsplássi mugu fyrst tosað við landsliðsvenjaran, men landsliðið hevur ongar týðandi dystir áðrenn HM í summar. Kanska onkur vinadystur er á skránni – so kanska landsliðsvenjarin sær millum fingarnar við at onkur leikari ikki spælir í fremstu deildini.
Líkamikið – so er eingin ivi um at stórt potentiali er í leikarahópinum – og so skjótt sum vit fara at vinna dystir og endað árið við at flyta upp aftur – ja so er ball í Klaksvík. 

KÍ eigur leikarar sum megna at lyfta KÍ upp aftur – men skulu vit aftur verða fremstir – og tað er okkara brennandi ynski – so krevst fíggjarlig styrki. Og her er KÍ kanska ein spegilsmynd av støðuni í norðoyggjum í løtuni. 

Kommunan fór á heysin fyri einum árið síðan – Kósin stongdi, stór veiðiloyvi og skip fluttu av bygdini og handilslívið í býnum bløðir framvegis. 

Grundarlagið við sponsoratum til flaggskipið í býnum – hevur ikki verið til staðar í ár – men KÌ hevur eins og reiðarríði hjá Bragd – gjørt íløgur. Íløgan í ár hevur verið í egnar leikarar og nú regnið er hildið uppat – og tað sær út til at lýsna hjá vinnu- og handilslívinum – skuldi eisini pláss verið fyri at hjarta í býnum aftur fer at pumpa blóð út í ægrarnar – sum uttan iva fer at bera móti lívið og betri tíðum. 

Vikan eitur; Niðurflyting – men í komandi viku er kósin longu sett til nýggjar fiskileiðir – meðan norðoyingar spentir fara at eygleiða um íløgan í egna styrki fer at lyfta býin upp á hægstu rók. 

Í ítrótti má ein duga at vinn og duga at tapa.

Vit koma sterkt aftur.
Koyr á KÍ