Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politisku lyftini sviku enn einaferð norðoyggjar

John William Joensen

Hóast politikarar hava kleyva omaná hvørjum ørðum við føgrum lyftum, boðar strandferðslan í morgun frá at Alfa Pilot skal verða “stand-by” hjá Súluni í vetrarsiglingina til Svínoy og Fugloy

Tíðindaskriv frá Strandferðsluni:
25. septembur skriva Strandferðslan og Sp/f Komet sáttmála um leigu av Alfa Pilot. Alfa Pilot skal verða á "stand-by", t.v.s. at Alfa Pilot skal sigla við ferðafólki millum Hvannasund-Svínoy-Kirkju og Hattarvík, tá ið tørvur er á tí. 

—–

So mong eru orðini á heimasíðuni hjá SSL í morgun og merkir hetta at tuflan – sum SSL kallar Súluna – skal verða álitið í vetrarsiglingini uppá Fugloy og Svínoy.

Enn einaferð eru norðoyingar svíktir av politisku skipanini.