Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein løgin skipsbrúgv

Oliver Joensen

Við Alex Sólstein, Norðlýsinum og Smyril Line eftir Oder ánni, vóru vit vitni til eina løgna skipsbrúgv.

Skipið, vit 36 føroyingarnir vóru við, nevndist Sans Sousi. Tað var klassifiserað til fyrastjørnur pluss, og tað má sigast, at tænastan var í topp.
Men tað sum fekk okkum at trekkja uppá smílibandið, var, tá 84 metrar langa skipið skuldi sigla undir lágu brúgvarnar í kanalunum frá Oder ánni og til Berlin.
Tá var so lítið pláss, at skiparin trystið á ein knøtt, soleiðis at øll brúgvin fór undir dekk, ein lúka opnaðist á brúgvatakinum, og sum sæst á tí eini myndini, so sást bert høvdið á skiparanum uppúr. So lítið pláss var undir brúnni, at tá vit sigldu undir, noyddist eisini skiparin at bukka seg niður fyri ikki at missa høvdið.

Harleywoodpaint