Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Órógv á Læraraskúlanum

Oliver Joensen

AKF og YF illneitast inn á leiðsluna og heita á limir um at halda seg neyvt til setanarbrøvini og sáttmálan.

Fráboðan frá AKF og YF
Undirritaðu fakfeløg heita á limir okkara um ikki at taka á seg aðrar uppgávur á Føroya Læraraskúla, enn tær ið setanarbrøvini og sáttmálin siga, til vissa er fingin fyri, at setanar-, starvs- og uppsagnarviðurskiftini á Føroya Læraraskúla verða umsitin sambært ásetingunum í sáttmálanum og teimum almennu starvsfólkareglunum.

Somuleiðis heita feløgini á limir sínar um ikki at taka á seg uppgávur sum gestalærarar ella at søkja leys størv á Føroya Læraraskúla, so leingi viðurskiftini ikki eru greið.

Grundgevingar:

Viðurskiftini eru ógreið. Leiðslan á Føroya Læraraskúla heldur seg ikki til ásetingarnar í sáttmálanum. Tað tykist, sum leiðslan á Føroya Læraraskúla hevur fullkomiliga fríar teymar, og ógreitt tykist vera, hvør hevur endaligu ábyrgdina og hvønn kærast kann til. Hetta ávirkar rættartrygdina hjá starvsfólkunum, og sæst aftur m.a. í hesum viðurskiftum:

* Størv verða lýst leys og sett, uttan at ásetingarnar í sáttmálanum verða fylgdar.

* Fólk eru í starvi, uttan at størvini hava verið lýst leys.
* Starvsfólk verða søgd úr starvi við ósakligum grundgevingum, so sum bygnaðarbroytingum, og samstundis verða onnur fólk sett í starv á somu fakøkjum. Ongin góðkendur bygnaður finst fyri útbúgvingarnar, og tí finst onki skjalprógv fyri, at uppsagnirnar eru sakligar.
* Hóast nógvar áheitanir er onki samstarvsráð sett enn. Hetta ráð er kravt sambært sáttmálanum, og skal hava innlit í øll mál stovninum viðvíkjandi. Ongar avgerðir eiga at verða tiknar, fyrr enn samstarvsráðið hevur gjørt sítt tilmæli, og eitt slíkt ráð, við teimum heimildum sum tað eigur sambært sáttmálanum, hevði kunna forða fyri nógvum av teimum trupulleikum, sum nevndir eru omanfyri.

Krøv:

* Fyriskipast skal soleiðis, at sáttmáli og almenni starvsfólkapolitikkurin verða hildin.
* Reglugerð og mannagongdir skulu gerast fyri tíðaravmarkað størv.
* Kompensasjón skal veitast teimum fólkum, sum av órøttum eru uppsøgd.
* Bygnaður yvir útbúgvingarnar skal gerast, har tað sæst, hvørji fakøki eru í hvørjum moduli.
* Samstarvsráð skal setast á stovn.

Boðað verður frá, tá nevndu viðurskifti eru í lagi.

Akademikarafelag Føroya
Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara