Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarnevndin vendur ryggin til føroyskan ítrótt

John William Joensen

Í hesum døgum har Amerikanski forsetin Barack Obama, og aðrir statsleiðarar eru í Keypmannahavn fyri at tryggja egnum býum ein part av Olympiska dreyminum, sigur Fíggjarnevndin at almennu Føroyar ikki skulu gerða nakað fyri at Oyggjaleikirnir verða hildnir í Føroyum

Løgmaður sum verji hjá føroyskum ítrótti, fekk vátan vøtt í fíggjarnevndini frá Anfinn Kallsberg, Eyðgunn Samuelsen, Magna Laksáfoss, Bjørn Kalsø, Bill Justinussen, Tórbjørn Jacobsen og Annitu á Fríðriksmørk

Kelda: Kringvarp.fo
Fíggjarnevndin mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum.

Flokkurin vil hava løgtingið at taka undir við ætlanum løgmans at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2017, og at stovna serstakan oyggjaleikagrunn at fíggja leikirnar í 2017.

Fíggjarnevndin tosaði við løgmann um málið, men heldur, at ítróttarfeløg og áhugabólkar eiga at gera av, hvar og nær Oyggjaleikir verða hildnir.

Hetta eigur tað almenna ikki at taka á seg, sigur ein samd Fíggjarnevnd.

—-

Hetta stendur annars í andsøgn til tað sum fer fram í Keypmannahavn í løtuni. CNN, BBC WORLD, DR1 og TV2 saman við eini røð av almennum og privatum sjónvarpsstøðum senda í dag beinleiðis frá fundinum hjá Olympisku nevndini har kongar, prinsar og aðrir statsleiðarar hittast fyri at stuðla egnum royndum hjá nationalum ítróttarsambondum um at fáa part av olympiska dreyminum. 

At fáa Oyggjaleikirnar til Føroyar er ein stór almenn uppgáva har baði kommunur og landið hevði verið noytt til at spælt við. 

Men Anfinn & Co. hava sagt noy – í Føroyum er hetta nakað sum ítróttarfeløg sjálv skulu syrgja fyri. 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur fyri fáum døgum síðan strikað fótbóltssambandi av fíggjarlógini og ein avleiðing av hesum er at føroyskur kvinnufótbóltur ikki longur far pengar frá FSF fyri luttaka í Evropa Cup

Politisk líkasæla skal valdast!