Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Regnklæðir frá Trølla Pætur og Ommuni

John William Joensen

Í samstarv við Berglon, hava Trølla Pætur og Trølla Omman sent regnklæðir til børn út á tann føroyska marknaðin.

Talan er um regnklæðir av merkinum ELKA, sum er kend fyri høga góðsku. Trølla Omman sigur í tíðindaskrivi, at støddirnar eru heilt úr 1 til 8 ár, og at litirnir eru turkis og pink – so settini eru til gentur og dreingir í øllum støddum. Trølla Omman hevur eisini skipa fyri at regnklæðini hava lýnlás og at klæðini skuldi hava endurskin, var eitt krav frá Trølla Ommuni. Kostnaðurin fyri setti er Kr. 349, og fást tey í Berlon í Runavík, Snørisvirkinum í Klaksvík og hjá MBM í Havn.