Farna vikuskifti hevur Svimjisamband Føroya í samstarvi við Dansk Svømmeunion hildið lívbjargingardómaraskeið í ÍSF-húsinum.
Endamálsorðingin hjá Svimjisambandinum sigur at: Svimjisambandið skal menna og skapa áhuga fyri svimjing og at betra um heilsu¬støð¬una og møguleikanum fyri lívbjargni. Ásannandi at lívbjargingarparturin ikki hevur fingið nóg stóra orku, hevur Svimjisambandið hetta vikuskifti havt trettan fólk á skeiði sum lívbjargingardómarar. Hesi trettan eru úr øllum økjum í landinum og farið verður nú miðvist eftir at útbúgva so nógvir føroyingar sum gjørligt sum lívbjargarar.
Skeiðið er býtt í ein ástøðiligan part og ein part í svimjihylinum. Morten Hinnerup frá Dansk Svømmeunionen er skeiðsleiðari. Hesi trettan nýggju lívbjargingardómararnir hava møguleika at geva tvey lívbjargingarprógv: "Lívbjargingarroyndina" og "Lítla lívbjargingarroyndina" munurin á hesum báðum royndum er at fyri at fáa Lívjargingarroyndina skal ein verða fyltur 17 ár, henda royndin gevur samstundis rætt at arbeiða sum lívbjargari.
Yvirlit yvir lívbjargingardómararnir verður at finna í komandi viku á heimasíðuni hjá Svimjisambandinum, www.ssf.fo
Tey, ið hava tikið skeiðið hetta vikuskifti eru:
Jákup Jacobsen,
Torkil Mørkøre,
Sigurd L. Lamhauge,
Sigrun Davidsen,
Doru T. á Torvlaðnum,
Hákun Steingrímsson,
Sørin S. Djurhuus,
Reidar Simonsen,
Pálin Olsen,
Runi Gaardbo,
Jórun Eið Johannesen,
Jon Hestoy og
Evald Rasmussen.




