Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá www.klaksvik.fo: Borgarstjórin á vitjan hjá Strandferðsluni

John William Joensen

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, og Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði, hava verið á Tvøroyri á fundi við leiðsluna á Strandferðsluni.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, og Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði, hava verið á Tvøroyri á fundi við leiðsluna á Strandferðsluni, har høvuðsevnið var samstarvið um Bussleið 410 millum Klaksvík-Leirvík-Gøta-Fuglafjørð.

Bussleið 410 – sum røkir fólkaflutning millum Klaksvík, Leirvík, Gøtu og Fuglafjørð – er eitt samstarv millum Strandferðsluna og kommunurnar í økinum, sum eru Fuglafjarðar-, Klaksvíkar- og Eysturkommuna.

Samstarvið byrjaði, tá ið Norðoyatunnilin lat upp í apríl mánað 2006, og hevur síðan tá verið ein týðandi partur av flutningsmøguleikunum millum nevndu býir og bygdir, ikki minst fyri skúlaungdómin, sum ferðast dúgliga, eitt nú í miðnámsskúlarnar á Kambsdali og í Klaksvík.

Hósdagin 8. oktober 2009 var fundur millum partarnar í hesum samstarvi, sum hevði til endamáls at lýsa hvussu Bussleið 410 virkar, og hvørjar betranir kunnu gerast á leiðini, samstundis sum mest møguligt verður fingið fyri peningin, ið brúktur verður til hesa flutningstænastu.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, upplýsir fyri heimasíðuni, at ætlanin er at marknaðarføra Bussleið 410 meira miðvíst enn higartil við tí fyri eyga, at fáa fólk at brúka hana enn meira enn higartil.

– Ikki tí – farleiðin verður rímiliga nógv brúkt og nýtslan er økt síðan 2006, tá ið Leið 410 byrjaði, men tað er umráðandi, at ein alla tíðina roynir at marknaðarføra og vísa fólki á teir møguleikar og tænastur, sum eru her í økinum.

– Samstundis er hetta eitt høvi hjá hesum kommununum at vísa á støð, sum eru verd at vitja í okkara býum og bygdum, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri.

Harleyfacadeacryl