Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fútin fjalir útyvir veikleikar í nýggju vaktarskipanini

John William Joensen

Leygardagin 7. Mars 2009 tekur bardagi seg upp í Roykstovuni í Klaksvík. Starvsfólk ringja til Alarmsentralin – men løgreglan noktar at koma til ástaði. Í veruleikanum kundi politiið einkið gera, tí tað hevði tikið umleið ein tíma hjá nærmastu politistunum at koma til ástaði í Klaksvík. Hóast kæra bleiv send fútanum tveir dagar eftir tilburðin – vil fútin ikki kannað málið – men hevur bara tosað við vakthavandi, og harmast misskiljing.

Leygardagin 7. Mars 2009 um hálvgun trí tíðina kom ein sjónliga ávirkaður maður inn í Roykstovuna í Klaksvík og hóast hann fór at berjast við starvsfólkini og eftirfylgjandi gjørdi seg inn á bilar og steðgaði ferðsluni á Klaksvíksvegnum, noktaði vakthavandi á politistøðini í Havn at senda patrulju til Klaksvíkar.

Hendingin fór fram seinrapart leygardag – meðan nógv ferðsla er eftir Klaksvíksvegnum.

Vit hava áður skrivað um hendingina og kvinnan sum ringdi til alarm-sentralin skrivaði samrøðuna niður og sendi Fútanum kæru tveir dagar seinri.

Nýggja vaktarskipanin hevur við sær at einki politi er í Norðoyggjum stóran part av vikuni og hendan leygardagin høvdu politistarnir í Klaksvík frí og tí hevði alarmsentralurin verið noyddur til at sent eina patrulju av "tilhaldinum" í Havn og allan vegin norður til Klaksvíkar.

Tá kvinnan greiðir løgreglumanninum frá at bardagi er í Roykstovuni er politisturin sera avvísandi og spyr eftir skeinkiloyvinum hjá Roykstovuni.

– Sambart skeinkiloyvinum skulu tit sjálvi hava kontrol, segði politisturin m.a.

– Tit skulu hava ein kontroll sum tekur sær av slíkum. Hatta er ikki ein politiuppgáva! Tað stendur í reglugerðini fyri skeinkiloyvi, segði vakthavandi í Havn og spurdi um tey á Roykstovuni ikki høvdu lisið skeinkilógina. Kvinnan sum ringt hevði var rættiliga illa við av samtaluni.

Samtalan við alarmsentralin endaði við at politisturin gjørdi greitt at hetta var ikki ein uppgáva hjá politiinum, men hann kundi altíð skrivað eina rapport um óskilið við vantandi kontrollum á Roykstovuni. Bardagin í Roykstovuni helt fram og tríggir mans stríddust við at fáa mannin út.

Fútin vísti kæruni lítlan ans
og heldur sambært brævinum, sum Norðlýsið hevur fingið fatur á – onga orðsøk verða til at gera fleiri kanningar.

Tann 9. Mars var kæra send Fútanum, um hendingina og tann 5. juni í ár góðar tríggjar mánaðar seinri svarar fútin kæruni. Og tað er ikki ov nógv sagt at lítið og einki er gjørt við kæruna – men tó hevur fútin tosað við vakthavandi á alarmsentralinum:

Jeg har indhentet en udtalelse fra den vagthavende politimand. Vedkommende har oplyst, at han ikke fik det indtryk, at den berusede mand var voldsom , og at der måtte tre mad til at hold ham. Havde dette været tilfældet, havde han straks sendt politi tilstedet. (Red: Fútin nevnir einki um at tað hevði tikið politinum ein tíma at koyra til Klaksvíkar).

Der fremgår endvidere, at der kom politi til stede nogle minutter efter Deeres henvendelse…
(Red: Stjórin á Roykstovuni ringdi heim til ein politist sum hann kendi privat – hesin politisturin hevði frí og var av tilvild staddur í Klaksvík.)

Misskiljing?
Fútin, Karen Marie Olesen, skrivar í svarinum til eigaran av Roykstovuni at hon ”beklager, hvis de er blevet misforstået af politiet???.

Eingin kanning av tilburðinum var sett í verk av fútanum – og so kann ein spyrja seg hví.

Svarið er óivað at ein slík kanning hevði víst at politiið einki fekk gjørt við bardagin var í Roykstovuni hendan seinrapartin leygardagin – tí tað hevði tikið í minstalagið ein tíma hjá politinum at komið til Klaksvíkar?

Og ein kanning hevði óivað avdúka – hóast føgur orð um meira politi á gøtuni – at responstíðin hjá løgregluni er økt munandi við nýggja "politi-reforminum" sum leiðslan á politigarðinum í Havn hevur fingið danskar myndugleikar at trýsta oman yvir føroyingar.

Tilbúgvingin hjá politinum í dag tekur útgangsstøði í miðøkinum og so mugu klaksvíkingar bara vóna at patruljuvognur úr Havn av tilvild er staddur í Klaksvík tá okkurt álvarsligt er áfatt.

Norðlýsið fer at fylgja málinum – meira seinri.

LES EISINI:
Politiið í Havn noktaði at koyra eftir svøkum manni í Klaksvík