Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Franskir og føroyskir tónar í nýggju Perluni í Tórsgøtu

John William Joensen

Fríggjakvøldið 23. oktober kl. 22 verður dupultkonsert í nýggju Perluni í Tórsgøtu.

Edvard Nyholm Debes og Uni Debes fara á pallin at spæla saman, og harumframt spælir Claude Chichon kendar franskar klassikarar og egið tilfar.

Claude Chichon er fransmaður, sum er føddur og uppvaksin í París og nú býr í Danmark. Hann hevur fleiri útgávur á baki og spælir nógv kring alt Danmark og aðrastaðni við. Á konsertini fer hann at spæla egið tilfar og kendar franskar tónar, sum millum annað Edit Piaf hevur sungið.

Edvard Nyholm Debes og Uni Debes eru hvør í sínum lagi kendir og viðurkendir fyri sín tónleik. Edvard er sera fjøltáttaður bassistur, sum spælir alt frá jazz til klassiskt; bróðursonurin Uni Debes er ein av okkara mest eyðkendu gittarleikarum. Báðir hava givið fleiri fløgur út, so tað verður spennandi at hoyra, hvat teir borðreiða við.

Kom og tak tær av løttum fríggjakvøldið og uppliva eina ta fyrstu konsertina í nýggja spælistaðnum í Havnini, Perluni í Tórsgøtu. Tú fært eina ektaða og góða uppliving við fronskum trubaduri, sum sat tú á einari café í París, og so fært tú føroyskan dygdartónleik omaná.