Síðan ein tepur meiriluti á løgtingið við Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen á odda avtók gomlu siðvenjuna við valdømum, er misnøgdin millum tingfólk við politiska landslagið vaksið so nógv, at løgtingið samtykti eina eftirmeting av vallógini. Nú spyr Tórbjørn hvar málið liggur í løtuni.
Tórbjørn Jacobsen,løgtingsmaður.
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur viðvíkjandi eftirmeting av vallógini, settur Anniku Olsen, landsstýrismanni í innlendismálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Spurningur:
· Hevur landsstýrismaðurin sett niður ein serfrøðingabólk til at eftirmeta broytingarnar í vallógini frá sjey til eitt valdømi?
· Hvussu er virkissetningurin, ætlaður bólkinum, orðaður?
· Nær kann væntast, at umrøddi bólkur verður liðugur at skrivað álitið, sum løgtingið hevur samtykt, at landsstýrið skal leggja fyri løgtingið til aðalorðaskiftis?
· Um onki er hent samsvarandi løgtingssamtyktini frá 24. apríl 2009, hvør er so orsøkin til, at málið er komið í drag?
Viðmerkingar:
19. januar 2008 var fyrsta løgtingsvalið, eftir at vallógin pr. 1. november 2007 var broytt, soleiðis, at landið varð skipað í eitt valdømi ístaðin fyri sjey, soleiðis sum tað frammanundan varð skipað.
3. mars 2009 legði undirritaði fram á ting uppskot til samtyktar (løgtingsmál 116/2008), ið hevði til endamáls, at ein eftirmeting varð gjørd av omanfyrinevnda skifti. Málið varð endaliga lagt fram á tingborð 6. mars 2009. Samtyktarorðingin var soljóðandi: ”Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta serfrøðingabólk at eftirmeta broytingarnar í vallógini frá sjey og til eitt valdømi. Bólkurin skal skriva álit, sum landsstýrið skal leggja fyri Løgtingið at hava aðalorðaskifti um.”
25. mars 2009 var 1. viðgerð av málinum, og síðani varð málið latið rættarnevnd løgtingsins. Nevndin viðgjørdi málið á fundum hin 17. og 20. apríl, og eftir at nevndin hevði hoyrt Petur Zachariassen, lektara á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og landsstýrismannin í innlendismálum, Anniku Olsen, um málið, skrivaði ein samd nevnd undir soljóðandi álit: ” Ein samd nevnd er av tí áskoðan, at sjálvt um stutt tíð er fráliðin, síðani broytingarnar í vallógini frá sjey til eitt valdømi vóru gjørdar, so er tíðin nú tann rætta til, at stig verða tikin til eina eftirmeting av vallógini. Nevndin vísir í hesum sambandi á, at demokratiska orðaskifti, sum átti at havt verið, tá skipanin varð broytt, nú fæst í lag við hesum uppskotinum. Við hesum viðmerkingunum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.”
Harvið vóru Alfred Olsen, Gerhard Lognberg, Mikkjal Sørensen, Poul Michelsen, Anfinn Kallsberg, Bjørt Samuelsen og Heini O. Heinesen ivaleys í sínum tilmæli, sum er undirskrivað 22. apríl 2009. Tveir dagar seinri – 24. apríl 2009 – er álitið frá nevndini, og harvið uppskotið til samtyktar, á skrá til aðru viðgerð. 24 tingmenn eru á fundinum, og 19 atkvøða fyri, meðan 5 tingmenn eru ímóti uppskotinum.
Áleið eitt hálvt ár er runnið, síðani Føroya løgting samtykti, at heita á landsstýrismannin í innlendismálum um at seta niður ein serfrøðingabólk, at eftirmeta broytingarnar í vallógini eftir skiftið frá sjey til eitt valdømi. Tí verður nú fregnast eftir, hvussu tað hevur hildnast í arbeiðnum hjá landsstýrismanninum, Anniku Olsen, hesum máli viðvíkjandi, nú somikið av tíð er fráliðin, síðan ein stórur meiriluti á tingi flutti henni hesa áheitanina, frá lóggevandi til útinnandi valdið, at avgreiða.
Glyvrum, 20. oktober 2009
Tórbjørn Jacobsen




