Nú hin væl umtókti tónleikarin Høgna Lisberg er aftur á klettunum, verður høvið at hoyra hann í Klaksvík komandi fríggjakvøld kl 20.
Hetta 5.konsertin í røðini “Ein øðrvísi tónleikaferð í Leikalund”.
Tónleikaferðin gevur føroyingum høvið at hoyra nærlagdar føroyskar tónleikarar, – í autentiskum umhvørvi – framføra egnan tónleik og tónleik, sum hevur verið íblástur fyri teir, og m.a. vakt áhuga teirra fyri at smíða egin løg og skriva egnar tekstir.
Karmur um konsertirnar er elsti partur av gamla einahandlinum í Klaksvík frá 1838. Hølið er gott dømið um eldri handverk og byggisnið, vælegnað til akustiskan tónleik.
Atgongumerki á kr 150 kunnu bíleggjast á tlf. 457151 ella keypast í Leikalund.




