Nú skrivar Norðlýsið, at tað er skeivt av mær at harta Aksel W. Johannesen fyri at leggja umsitingina av sjúkratryggingini til Klaksvíkar.
Og leggur avtræt at norðoya løgtingsmenn eru positivir fyri Sandoyartunlinum.
Eg skal beinanvegin vera samdur í tí, at norðoya tingmenn hava staðið saman við mær við Sandoyartunlinum. Eg biði og hopi at vit koma á mál við hesum, sum er altavgerandi fyri suðurøkið í Føroyum.
Norðoyggjar;
Norðlýsið eigur ikki at gloyma at nettupp Gerhard Lognberg hevur arbeitt hart fyri trygdarmiðstøðini og stuðla norðoya tingmonnum í øllum málum norðoyggja til frama. Ikki minst tá fiskidagar hava verið fyri, jú eg havi gott vinarlag við norðoyar tingmenn.
Eitt heilt annað er, gekk Aksel W. Johannesen heldur ivasamt um sannleikan, tá hann á middegi í dag segði, at hann hevði ikki hoyrt at umsitingin hjá sjúkratrygdini skuldi leggjast í Sandoynna. Tað passaði ikki sum Aksel segði, tí eg fekk at vita, fyri tað fyrsta, stóð hetta mál ikki á skrá fyri fundin.
Tá Aksel bar hetta upp á mál, segði formaðurin í tingbólkinum John Johannesen við Aksel, at munnlig avtala var at henda umsiting skuldi liggja í Sandoynni. Hann segði víðari at hetta fór Gerhard ikki at góðtaka, men landsstýrismaðurin hevur síðsta orðið.
Heilt erligt, hvat er meiningin.
1. Skrivstovan hjá Taks varð niðurløgd fyrst í hesum árinum og løgd í Norðoyggjar. 3 arbeiðspláss.
2. Talan er um at niðurleggja kinsbótastøðina í Skopun. 5 arbeiðspláss.
3. Sandoyartunnilin.
4. Havnin í Skúvoy.
So eg hopi at norðoyggjar skilja mína støðu og ynski eg norðoyggjum alt tað besta, men tað viðferð Sandoyggin fær, er undir alt lámark.
Tá talan hevur verið um kommunuálitið, ja tá vóru serfrøðingar, um teir kunnu kallast so, samdir í at Sandoy skuldi fáa neyðhjálp.
Vit hava brúk fyri almennum arbeiðsplássum, so fólk við útbúgving flyta aftur í Sandoynna.
Vinarliga
Gerhard Lognberg
løgtingsmaður




