Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Allahalgunardagur

Oliver Joensen

Tíðindaskriv frá Føroysku Sjómansmissiónini.

Orð: Torleif Johannesen

Tað hevur verið siðvenja í mong, mong ár, at halda 1. november, allahalgunardag, sum minningardag teirra sjólætnu.
Sjógvurin er eitt av stóru arbeiðsplássum føroyinga – møguliga tað størsta.
Hetta hevur sett síni spor bæði í gleði og í sorg.
Menningin av skipum og bátum hevur verið stór síðstu árini. Hóast tøknin og trygdin eru í hásæti, og hóast vit hava góð skip og góðar bátar og vælútbúgvin fólk á sjónum, og vaktar og bjargingarskip og tirlir, so er kortini trupult heilt at sleppa undan óhappum og vanlukkum á sjónum.
At hava ein ávísan dag har vit støðga á og minnast tey sjólátnu, er tí ein vakur siður, sum vit eiga at halda fast við. Teir mongu minnisvarðarnir um landið, bera eisini boð um, at fólkið vil minnast og virða tey farnu.
Eins og undanfarnu ár skipar Føroyska Sjómansmissiónin aftur fyri minningarhaldið í ár. Tað verður sunnudagin 1. nov. kl. 14.00 á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2, í Tórshavn.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður og Sverri Steinhólm, prestur tala.
Aftaná verður fari niðan til minnisvarðan í Viðarlundini har løgmaður leggur krans.
Øll eru vælkomin at verða við til minningarhaldið.