Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari í Kringvarpinum: Málið um “spammirnar úr Kringvarpinum” – einki óvanligt

John William Joensen

Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, Jón Brian Hvidtfelt, sær einki óvanligt í teldupostinum, sum Høgni Mohr, tíðindamaður í Kringvarpinum, hevur sent norðurlendskum fjølmiðlum.

Í morgun fóru útlendskar tíðindastovur bráddliga at skrivað um "aðalskrivaran í FSF" og tá Norðlýsið ringdi runt at vita hvaðani upplýsingarnir stavaðu, vendi adressan móti Sortudíki.

Tað var tíðindamaðurin, Høgni Mohr, sum frá síni heimaadressu, í navninum hjá konuni, ið átti teldupostarnar sum endaðu á útlendskum redaktiónum.

Undir heitinum "tip om skandale" verður magtkampurin í FSF lýstur, sum eitt mál um aðalskrivaran í FSF, men tíðindaleiðarin í Kringvarpinum heldur ikki at nakað óvanligt er farið fram.

Vanlig mannagongd
Jón Brian Hvidtfelt sigur at einki óvanligt er í tí at tíðindafólk tosað sama og geva hvørjum øðrum tips um áhugaverdar hendingar og søgur.

– Vit sum fjølmiðil hava ongan áhugað í at gerast partur av málum, sum vit umrøða, men tá talan er um stórmál mugu vit sjálvandi eisini loyva okkum at tosað við útlendskar fjølmiðlar. Somuleiðis fáa vit eisini "tips" úr útlandinum um søgur sum hava áhugað í Føroyum.

– Tíðindadeildin hjá Kringvarpinum samstarvar eisini við allar public-service-støðirnar í Norðanlondum og vit hava regluliga fundir saman.

– Orðsøkin til at tíðindamaðurin í hesum føri brúkar adressuna hjá konuni – er av teirri einfaldu orðsøk at hann er staddur heima við hús.

– Tað stutta av tí langa er at í hesum føri hevur ein tíðindamaður ætlað at kunnað útlendskar fjølmiðlar, um eina áhugaverda søgu, sigur Jón Brian Hvidtfelt at enda.

Dulnevnt bræv
Telduposturin sum tíðindamaðurin hevur sent privatum norðurlendskum fjølmiðlum er dulnevndur. Einasta navnið, sum framgongur í teldupostinum, er teldubústaðurin hjá konuni.

Í teldupostinum verður málið um aðalskrivaran lýst sum ein skandala og einans upplýsingar, sum eru komnir fram frá øðrum partinum í málinum – nevnuliga frá forsetanum í FSF – eru nevndir í brævinum.